Hondbóltur

Video: Føroyski flúgvarin var besta málið á EM-fríggjadegnum

Evropeiska hondbóltssambandið hevur sett ein flottan topp-fimm listan saman, har Óli Mittún og Føroyar eru ovast. Sí málini her - tað hjá Føroyum kemur eftir ein minutt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-17 10:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias til Hákun til Óla og so var 27-26 til Føroyar.

Í trýstari støðu við undir fimm minuttum eftir valdu føroyingar at finna ein tvífaldan flúgvara framm.

Hann eydnaðist perfekt, og so var "besta málið" í dystinum sambært viðmerkjaranum og besta málið á degi tvey í EM-endaspælinum, sambært EHF, veruleiki.

Sí málið ovast ella á Youtube-síðuni hjá EHF, har eitt svesiskt mál eisini er á listanum - umframt tvey mál úr hinum bólkadystunum og eitt hjá Francisco "Kiki" Costa, sum er javngamal við Óla Mittún

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder