Fótbóltur

Video: Hallur hugsar bara um at vinna dystin

Hallur Hansson minnist aftur á fyrstu ferð Føroyar og Gibraltar spældu: - Tað var ov lítið skil á; vit taptu 3-0 í vánaligum líkindum og Brian Kerr spilti okkum út aftaná. Í morgin skulu vit vera 100 prosent á, sigur liðformaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-08 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu upplivingarnar við A-landsliðnum hjá Halli Hansson vóru ikki tær stuttligastu.

- Vit vóru á hasari venjingarleguni, spældu tveir dystir móti HJK Helsinki, tí okkurt annað landslið ikki møttu upp, og so vórðu vit hølvaðir av móti Gibraltar. Tað var stormur, og har var bara...ja okkurt "off" við hasum túrinum. 

Tað var í mars 2011, at Føroyar í ringum líkindum taptu heili 3-0 fyri Gibraltar í ógvuliga ringum líkindum á Victoria leikvøllinum. Gibraltar var ikki limir í UEFA tá, og tapið í óalmenna landsdystinum varð lýst sum millum annað "fúl skomm" í Føroyum.

Sí gamalt innslag og brot í Kringvarpinum

- Eg minnist, at Brian Kerr aftaná dystin gekk runt við einari appelsin eina løtu og kastaði hana upp ofta. Eingin tordi at siga nakað....so spilti hann okkum út í eina góða løtu og útskiftararnar í størri mun: At teir ikki eingongd vóru nóg góðir at byrja inni á hesum liðnum (...) Kerr ringdi so seinni til mín og segði, at eg hevði staðið meg fínt. Og eg var errin um at vera við, hóast alt.

Hallur var tá júst bert 18-ára gamal. Hann hevur seinni havt góðar løtur á landsliðnum, og í 2014 skoraði hann í 4-1 sigri á júst Gibraltar í einum venjingardysti. 

Eftir álvarsaman skaða og annað kom miðvallarin aftur á landsliðið, og 32-ára gamli liðformaðurin skal í morgin spæla sín fyrsta landsdyst á heimavølli í trý ár. Hetta verður samstundis landsdystur nummar 75 hjá Halli, sum ikki hevur kent seg so væl fyri í nógv ár.

- Tit kunnu leggja trýst á og siga at vit skulu vinna á Gibraltar her. Men trýst kann eisini vera stuttligt. Hetta verður helst ein tættur dystur, og vit hugsa bert um at vera 100 prosent á og vinna hann.

Sí eisini: Eyðun Klakstein: Samlaða stigið á landsliðnum er kanska hægri enn nakrantíð

[object Object]Hallur Hansson á dagsins tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder