
Estland legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki eftir føroyskt mistak og óskipan, men restina av dystinum við Djúpumýru vóru føroyingar omaná.
Tað eydnaðist eisini at venda fyrsta dystinum í undankappingini til U21 EM 2027. Fyrst fangaði Jóhan Josephsen bóltin og revsaði væl eitt mistak frá estiska málverjanum og liðformanninum.
Síðani høvdu Føroyar fleiri góðar støður og eisini stórar møguleikar at avgera dystin. Hetta sæst eisini í hæddarpunktinum, sum Youtube-rásin fyri estiskan ungdómsfótbólt eigur. Tey síggjast beint niðanfyri.
Sí eisini: Brøður spældu sín fyrsta U21-landsdyst saman
Einasti føroyski innskiftarin í dystinum, Aron Benjaminsen, gjørdi í yvirtíðini bart. Bert 17-ára gamli høgri vongurin bjóðaði av, dreiblaði framvið tveimum estum, og komin inn í brotsteigin varð Aron feldur.
Turkiski dómarin peikaði, eftir nøkur sekund, á blettin, og Áki Samuelsen var ísakaldur úr ellivu metrum. Hetta var fyrsta U21-landsliðsmálið hjá 21-ára gamla liðformanninum, sum nú ger um seg í næstbestu norsku deildini.
Sí mál hansara ovast
Sí eisini: Málskjúttarnir eru mikið fegnir (samrøða)
Tað stóð nógv á hjá fleiri, tá føroyski liðformaðurin hevði møguleika at avgera dystin..
Men hann ivaðist ikki, og Føroyar vunnu sær trý stig (Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF)
-------------------------------------------------------
U21 undankapping til EM 2027, 1. umfar
Við Djúpumýru, leygardagin 7. juni
Føroyar - Estland 2-1 (0-0)
51' Rommi Siht 0-1
72' Jóhan Josephsen 1-1
90 (+2)' Áki Samuelsen, br. (Aron Benjaminsen) 2-1
Føroyar (4-5-1): Hans Jákup Arngrímsson - Bjarti Thorleifsson (74' Aron Benjaminsen), Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson - Dávid Biskopstø Andreasen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason - Hanus Højgaard, Jóhan Josephsen, Áki Samuelsen (L)
Høvuðsvenjari: Ólavur Mikkelsen
Les um dystin her: Føroyar vendu dystinum á frálíkan hátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald