2025-07-14 22:10

Tað hevur gingið væl hjá føroysku íðkarunum á oyggjaleikunum í dag. Heiðursmerkini eru komin stútt og støðugt til høldar.
Eitt nú í frælsum ítrótti kom bæði gull og bronsa, tá Jónas Gunnleivsson Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim runnu 400 metrar.
Jónas Gunnleivsson Isaksen kom á mál við tíðini 48.79. Bobby Laurensen úr Hetlandi var beint aftanfyri við tíðini 48.91, og so kom Dánjal Dahl Ljósheim á mál við tíðini 49.06.
Í frælsum ítrótti vann Sunniva Bogadóttir silvur í spjótkasti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald