Annað

Video: Løgmaður, borgarstjóri og landsstýrismaður hildu orð - lupu á sjógv

Um bogaskjúttarnir vunnu fýra gull, skuldu Aksel V. Johannesen, Elsa Berg og Eirikur í Jákupsstovu leypa á sjógv. Tað bleiv gjørt í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-16 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein heldur skemtilig hending á oyggjaleikunum í Orknoyggjum í kvøld.

Bogaskjúttin Nikkel Petersen gjørdi avtalu við Aksel V. Johannesen, løgmann, Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Eirik í Jákupsstovnu, landsstýrismann í mentamálum, at um bogaskjúttarnir vunnu fýra gull, skuldu umboðini fyri almennu Føroyar umframt borgarstjóran í høvuðsstaðnum leypa á sjógv.

Og bogaskjúttarnir hava vunnið ikki færri enn sjey gull heiðursmerki higartil, so har var einki annað at gera enn at leypa á sjógv í Kirkwall.

Nøkur fólk vóru møtt upp til hesa skemtiligu hendingina. Sí videobrot, sum Nikkel Petersen hevur gjørt, omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder