Tormóður Petursson Djurhuus tosaði við Óla Mittún, sum tók stóra ábyrgd sum spælskipari í dag, nú Elias á Skipagøtu als ikki spældi.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Rói Ellefsen á Skipagøtu: - Taki teir minuttirnar eg fái
Nummar 78 var flúgvandi fyrstu løtuna, og hann fegnast um, at føroyska spælið fleyt so væl í umleið 40 minuttir.
- So skifta vit so at siga alt liðið, og tá verður tað sjálvandi trupult at fáa spælið at koyra beinanvegin. Italia spælir eisini væl, staðfestir 20-ára gamli GOG-spælarin.
Óli Mittún hyggur eisini frameftir í samrøðuni, og heldur at føroyska liðið fekk nógv burturúr í kvøld - hóast eitt keðiligt tap.
Les eisini: Flott føroyskt spæl meginpartin av dystinum - men mistu takið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald