Fótbóltur

VÍF vann greitt á Kyndli

StÍF kom á talvuna í Okkara-deildini, og beint frammaundan endaði tað við javnleiki í kvinnudystinum á Skála.

Vestmannakvinnur vóru omaná, tá Kyndil var á vitjan í kvøld
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Vestmannakvinnur vóru omaná, tá Kyndil var á vitjan í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-23 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í fremstu hondbóltsdeildunum eru leiktir í dag.

Kvinnurnar hjá StÍF og Stjørnuni løgdu út, og tað endaði við janvleiki í einum tøttum og málfátøkum dysti. Harvið komu bæði liðini á talvuna.

Beint eftir hendan dystin fóru mansliðini hjá StÍF og KÍF á vøllin í somu høll. Og heimaliðið endaði sum sigursharri. StÍF hevði tamarhald á støðuni allan vegin, og Rani A. Højgaard gekk á odda fyri strandingar og skálamenn. Kollfirðingar vunnu annars greitt á H71 í vikuni, men komu niður aftur á jørðina í dag.

Í Vestmanna hittust oddaliðini hjá kvinnum frá í fjør. Tað hava verið fleiri  broytingar á liðnum hjá Kyndli, og VÍF var mettur sum stórfavorittur undan kappingini. Vestmannakvinnur sótu eisini á tí í kvøld, og vunnu ein tryggan sigur, har vælskjótandi bakkarnir gingu á odda.

23.09:

SMS-deildin:

StÍF - Stjørnan 17-17(11-11)

Toppskjútti: Emma Lerche 6 mál


VÍF - Kyndil 34-24(17-9)

Toppskjúttar: Durita C. Jojic og Liljan Djurhuus 10 mál, Bára K. Hansen 8 mál


Okkara-deildin: 

StÍF - KÍF 25-21(13-8)

Toppskjútti: Rani A. Højgaard 9 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder