Fótbóltur

Víkingur og HB renna avstað

Framvegis fult stigatal til liðið úr Eysturkommunu - eftir 3-0 sigurin í Sørvági í gjár er HB framvegis trý stig aftanfyri. Skála hevur fyribils skrætt seg leyst úr botnstríðnum.

HB hevur higartil bert tapt ímóti Víkingi og er í hølinum á annars suverena oddaliðnum eftir sjey umfør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB hevur higartil bert tapt ímóti Víkingi og er í hølinum á annars suverena oddaliðnum eftir sjey umfør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-30 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein tepur sigur í Eyturoyaruppgerð og ein lyklasigur í niðaru hálvu. Ein rímiliga sannførandi útisigur í Sørvági og ein dramtiskur og óvæntaður javnleikur í Gundadali.

Fýra dystir í 7. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í gjárkvøldið - niðanfyri sæst eisini hvørja ávirkan úrslitini høvdu á stigatalvuna.

7. umfar í Betrideildini
Í gjár, mánadagin 29. apríl

Skála - B36 3-1 (2-0)
6' Karl Martin Johansen (brotsspark) 1-0
18' Dávid Johansen 2-0
67' Caros Felipe De Sousa Ferreira 3-0
72' Villiam Klein 3-1

NSÍ - Víkingur 0-1 (0-0)
64' Poul Kallsberg 0-1

B36 - ÍF 3-3 (2-3)
2' Kasper Sommerstedt 0-1
8' Vilmer Johannes Rønnberg 1-1
12' Kasper Sommerstedt 1-2
33' Jhon Mena 1-3
45' Bjarki Nielsen 2-3
48' Marius Kryger Lindh 3-3

07 Vestur - HB 0-3 (0-2)
3' Mathias Voss 0-1
44' Eivind Restorff Mouritsen 0-2
90+1' Eivind Restorff Mouritsen 0-3

Í dag, týsdagin 30. apríl
EB/Streymur - KÍ (18:00)

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 12 stig*
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig*
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig

*Ein dyst færri

FM-stríðið stendur í løtuni millum Víking og HB. Sigurin í gjár var nummar 20 á rað hjá Víkingi í Betrideildini, og tað sær út til at verða ógvuliga trupult at støðga liðnum hjá Jóhan Peturi Poulsen.

Les eisini: Poul og sterkt liðavrik tryggjaðu Víkingi tjúgunda sigurin á rað

HB hevur vunnið allar sínar almennu dystir undir Adolfo Sormani - fyriuttan tann í 2. umfari í Sarpugerði. Í gjár var tað samanlagt sannførandi í Sørvági. HB hevur bast KÍ tríggjar ferðir, og júst KÍ skal í kvøld vinna í Streymnesi fyri at hanga í HB og Víkingi.

Dystirnir í gjár prógvaðu, at hóast NSÍ og 07 Vestur hava ávísar dygdir, so er nakað hjá teimum upp til fremstu liðini. Í løtuni eru tey í topp-fýra stríðið við KÍ og B36. Hjá Dan Brimsvík og hansara monnum hevur gingið skjótt niðureftir seinastu tíðina, og í gjár endaði tað við skelkandi javnleiki móti ÍF á heimavølli - útiliðið var á odda 3-1 stutt fyri steðgin.

Les eisini: Skelkur í Gundadali

ÍF og B68 eru undir strikuni við einum stigi hvør. Liðið hjá Jákupi á Borg fekk heldur ikki stig á Skála, og trýstið er vaksandi. Uppflytararnir tóku seg ístaðin nakað burtur frá strikuni, og um tað eydnast Skála at vinna í Fuglafirði leygardagin, so stendur heilt væl til hjá teimum í appelsinlittum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder