32 ára gamli danski badmintonspælarin – ein av heimsins allarbestu í síni ítrótt – Viktor Axelsen, hevur í dag boðað frá, at hann gevst sum batmintonleikari. Ikki tí hann ikki hevur hug, men tí at pínan í rygginum er so stór, at hann ikki kann annað.
- At vera professionellur og vera tað á so høgum støði í so nógv ár hevur ein prís, og tað má eg bara góðtaka, sigur Viktor Axelsen við Ritzau.
Hann vann alt, ið var vert at vinna. OL-gull tvær ferðir, HM-gull tvær ferðir, All England tværferðir umframt aðrar stórar kappingar.
Hann kom á hægstu tindar í síni ítrótt, tí hann var til reiðar at offra tað, ið skal til, og kanska meira afturat í mun til sínar kappingarneytar, verður sagt um Viktor Axelsen.
Tað hevur verið trupult fyri hann at ásanna, at hansara tíð á toppinum er liðug, tí hann enn hevði hugan og árræðið til at gerast enn betri og vinna enn meira. Hann vildi heldur tikið avgerðina um at gevast sjálvur enn at lata skaðarnar sleppa at taka avgerðina fyri hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald