Fótbóltur

Watford koppaði Tottenham - United aftur á slóðina

Watford hevur framvegis fult stigatal; United reistist í Burnley.

Romelu Lukaku og United vunnu 2-0 í Burnley
(Mynd: EPA)

Romelu Lukaku og United vunnu 2-0 í Burnley (Mynd: EPA)

2018-09-02 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í 4. umfarið í Premier League eru lidnir fyri løtu síðani.

Í Watford hittust tvey ósigrað lið. Tottenham kom á odda stutt inn í 2.hálvleik, men heimaliðið svaraði aftur við tveimum málum. Watford hevur harvið fingið eina frálíka byrjan uppá kappingrárið

Eftir tvey tap á rað megnaði United at venda gongdini. Liðið hjá Jose Mourinho var sannførandi í dag, og tvey mál frá sterka Romelu Lukaku í 1.hálvleiki avgjørdi dystin. Í 2.hálvleiki brendi Paul Pogba brotsspark, og innskifti Marcus Rashford fekk beinleiðis reytt kort.

Watford - Tottenham 2-1(0-0)

53.min 0-1 Sjálvmál
69.min 1-1 Troy Deeney
76.min 1-2 Craig Cathcart 

Burnley - Manchester United 0-2(0-2)

27.min 0-1 Romelu Lukaku 
44.min 0-2 Romelu Lukaku

Nú er landsliðssteðgur fyri framman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder