Fótbóltur

Video: Yvir 200 børn til venjing við kvinnulandsliðnum

Í dag klokkan 16.45 spæla Føroyar á Tórsvølli móti Andorra í EM-undankappingini. Mikudagin vóru nógv børn í U9-aldri til venjing hjá kvinnulandsliðnum á Tórsvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-31 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag klokkan 16.45 spæla Føroyar á Tórsvølli móti Andorra í EM-undankappingini. Talan er um eitt mótsstøðulið, sum føroysku kvinnurnar hava spælt tríggjar ferðir ímóti og vunnið tríggjar ferðir ímóti.

Sí eisini: Fjórðu ferð móti Andorra

Føroyar skulu royna at fáa fyrstu stigini í hesari kappingini tíðliga í kvøld á Tórsvølli - mikudagin høvdu spælararnir venjing fyri børnum á sama vølli.

Fótbóltssamband Føroya skrivar, at yvir 200 børn vóru til U9 venjingina, sum kvinnulandsliðið skipaði fyri á Tórsvølli mikudagin 29. mai.

Ovast er eitt video frá degnum, sum Andri Gerðisá hevur gjørt fyri FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder