Fótbóltur

Yvirlit: Hesi gjørdust ársins spælarar

Á Fótbóltsgalla hóskvøldið vórðu bestu fótbóltspælararnir í landinum heiðraðir. Eyðvør Klakstein og Sølvi Vatnhamar gjørdust ársins spælarar. KÍ stóð annars á tí mesta.

Sølvi Vatnhamar gjørdist ársins spælari annað árið á rað (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar gjørdist ársins spælari annað árið á rað (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-07 23:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bestu fótbóltspælarar í Føroyum vóru í gjárkvøldið heiðraðir á ársins Fótbóltsgalla, sum varð hildið á Hotel Brandan.

KÍ stóð á tí mesta, og átti eisini ársins leikara hjá kvinnum, Eyðvør Klakstein.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men hjá monnum var tað Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, sum annað árið á rað fekk heiðurin sum ársins leikari.

Ársins spælarar

Kvinnur: Eyðvør Klakstein, KÍ
Menn: Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Ársins ungu spælarar

Kvinnur: Eydna Dalheim, Víkingur
Menn: Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur

Ársins málverjar

Kvinnur: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Menn: Mattias H. Lamhauge, B36

Ársins verjuspælarar

Kvinnur: Birita Ryan, KÍ
Menn: Odmar Færø, KÍ

Ársins miðvallarar

Kvinnur: Eyðvør Klakstein, KÍ
Menn: Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Ársins áleyparar

Kvinnur: Heidi Sevdal, NSÍ
Menn: Páll Andrasson Klettskarð, KÍ

Ársins landsliðsspælarar

Kvinnur: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Menn: Odmar Færø, KÍ

Ársins venjarar

Kvinnur: Kristoffer Kvistgaard, KÍ
Menn: Magne Hoseth, KÍ

Ársins dómarar

Kvinnur: Høgni Madsen
Menn: Kári á Høvdanum

Fair Play steypið

KÍ menn

Toppskjútti/gullskógvurin

Kvinnur: Heidi Sevdal, 33 mál
Menn: Sølvi Vatnhamar, 21 mál

Tað eru FM1 og Miðlahúsið, sum skipa fyri tiltakinum saman við Fótbóltssambandinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder