
Ársins Fimleikagalla varð hildin í gjárkvøldið, leygardagin 14.juni, í Varpinum í Klaksvík.
Úr Fimleikasambandi Føroya skriva tey, at 200 fimleikarar, venjarar, dómarar, samskiparar, nevndir og innboðin vóru til eitt hátíðarligt kvøld.
Tað snúði seg millum annað um at heiðra Føroya bestu fimleikarar og venjarar. Samanlagt átta heiðrar vórðu givnir - yvirlit og myndir síggjast niðanfyri.
Fimleikafelagið Flog og Klaksvíkar fimleikafelag skipaðu fyri saman við Fimleikasambandinum.
Vinnarar - yvirlit og myndir frá Fimleikasambandinum
Ársins drakt 2025:
Kvinnur Mira, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsvenjari hjá monnum 2025:
Rúni Lamhauge, Fimleikafelagið Støkk
Ársins estetiski venjari/venjaratoymi 2025:
Paula Kunoy, Eyðna Gaard, Lív Eiðisgarð, Silvurlín Berg og Joan Kristina Finnsson – venjarar hjá smágentum Lilja, Fimleikafelagið Støkk
Ársins amboðsvenjari hjá kvinnum 2025:
Durita K. Poulsen, Fimleikafelagið Støkk
Ársins amboðsíðkari hjá monnum 2025:
Torleivur Christiansen, Havnar Fimleikafelag (Djóni Sakarisson tók ímóti)
Ársins føroyski koreografur 2025:
Rúna Kyster Gærdbo, ið hevur gjørt seriurnar hjá kvinnum Mira, pinkum Liva og gentur Eira, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsíðkari hjá kvinnum 2025:
Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag
Ársins estetiska lið 2025:
Smágentur Lilja, Fimleikafelagið Støkk
-
-
-
-
-
-
Rúna Kyster Gærdbo, ið hevur gjørt seriurnar hjá kvinnum Mira, pinkum Liva og gentur Eira, Havnar Fimleikafelag
-
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald