- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ynskja at leingja við landsliðsvenjaratoymi. Tað skal ígjøgnum nevndina, men eg síggi tað næstan sum givið, at semja er um hetta.
Hetta segði Christian Andreasen á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya 28. februar.
Tá staðfesti forsetin í FSF, at talan var um søguliga gott ár hjá A-landsliðnum. Tólv stig í undankapping (met) og við venjingardystum: Fimm sigrar.
Christian Andreasen vísti millum annað á, at manslansliðið vann helmingin av kappingardystunum, fýra av átta dystum í HM-undankappingini, og er tað ikki hent áður.
Eyðun Klakstein hevur sáttmála árið út, og síðsta dag í februar ljóðaði, at samráðingar um nýggjan fóru at byrja skjótt.
Sí eisini: FSF-forsetin: - Fara undir samráðingar við lansliðsvenjararnar skjótt
![]()
Eyðun Klakstein og Christian Andreasen, tá sáttmálin varð undirskrivaður 14. februar 2025 (Mynd: Sverri Egholm)
Framvegis ynski um at leingja
Nú eru júst tveir mánaðir farnir síðani aðalfundin, og einki hevur verið at hoyrt um veruliga samráðingar millum partarnar.
- Eg skilji ikki ordiliga, hví tað ikki bara er gjørt. Tað er so upplagt, segði Tróndur Arge, fótbóltsjournalistur, í sendingini Fótbóltsprát í síðstu viku.
Tá Portalurin tosaði við Kristin Dam Ziska í síðstu viku, gjørdi aðalskrivarin eisini greitt, at ætlanin er at fara undir samráðingar komandi tíðina.
- Christian Andreasen staðfesti tað á aðalfundinum, og hetta er framvegis støðan: Ætlanin er at leingja við verandi venjaratoymi á A-landsliðnum.
Aðalskrivarin í FSF vísti á, at í fyrstu syftu var bíðað til eftir landsliðssamlingina, sum var síðst í mars. Kristin Dam Ziska far ikki ásett, júst nær ætlanin er, at samráðingar við Eyðun Klakstein og toymi byrja.
Føroyska manslandsliðið spælir venjingardystir aftur í juni (Baltic Cup). Í heyst er Nations League á skránna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald