
- Sambandi, kemi'in, millum meg og hópin, millum meg og venjaratoymi og millum meg og felagið sjálvt hevur verið góð frá byrjan. Stevið hevur verið gott, vit løgdu væl frá landi, fleiri ting sum vit hava roynt hava eydnast, og allir tykjast at trívast í tí.
Hetta samansetta svarið gevur André Olsen Portalinum, tá vit biðja hann seta orð á góðu byrjanina hjá honum sum HB-venjari. André og toymi tóku við tíðliga í mai, eftir at Adolfo Sormani og toymi fóru av landinum, og hava síðani vunnið seks av átta dystum. Hinir báðir - móti KÍ og móti B36 í undirtali - eru endaðir við javnleiki.
Ein fegin André Olsen eftir 4-1 sigurin í Runavík í mai. - Stevið hevur verið gott, vit løgdu væl frá landi, fleiri ting sum vit hava roynt hava eydnast, og allir tykjast at trívast í tí (Mynd: Sverri Egholm)
Venjarin greiðir okkum frá, at síðani dystin móti B36 6. juli høvdu spælararnir frí í tríggjar dagar. Síðani snúði tað seg serliga um ta kropsliga í eina viku ella so, áðrenn sjóneykan veruliga varð stillað móri Brøndby. Har snýr tað seg serliga um verjuspælið - men eisini at leypa væl á, tá høvið býðst:
- Tað er fyrst og fremst verjuparturin, sum er umráðandi: At vit halda dystinum á lívi so leingi sum gjørligt. Vit vita eisini, at man gjøgnum ein slíkan dyst á Tórsvølli fer at fáa løtur, har til ber at leypa á og skapa støður.
Hvat er so eitt gott úrslit hóskvøldið?
- Vit vóna, at vit kunnu vera í heimadystinum so leingi sum gjørligt og gera, at uppgerðin livir, tá vit fara til Danmarkar. Og vit fara avgjørt eftir at fáa stig - tað hevði verið tað allarbesta, staðfestir 34-ára gamli HB-høvuðsvenjarin.
André til venjingina á Tórsvølli í gjár. Har skulu hansara menn í kvøld fremja eitt stórt avrik (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: HB til reiðar at verja Havnina og Tòrsvølli
Hoyr eisini: Heini Sørensen: - Tað verður stórt at spæla móti Brøndby
Áskoðararnir kunnu geva tey seinastu 5-10 prosentini
Tað hevur gingið væl at selt atgongumerki til HB-Brøndby, og roknað verður við væl yvir 3.000 áskoðarum. André Olsen er eisini greiður yvir, hvat sterkur stuðul kann geva sínum liði, og hevur hann eina áheitan til HB-áskoðararnar, sum í kvøld í øllum førum fáa harða kapping frá Brøndby-fjepparum:
- Parturin við áskoðarum verður ofta undirmettur. Tað hevur í roynd og veru ófatiligan týdning: Tað at fjøldin kókar uttanfyri, tað kann gott lyfta tey gott 5-10 seinastu prosentini í spælarahópinum til at taka tey eyka tøkini - tað hava vit millum annað sæð við hondbóltslandsliðnum. So tað at HB-áskoðararnir bakka ordiliga væl upp á Tórsvølli hóskvøldið, kann geva tað síðsta til at vit skapa eitt ordiliga gott úrslit.
Tað verður stór HB-upphiting í Bowl frá klokkan 15
Til ber at keypa atgongumerki til dystin her
Sí eisini: Brynja seg til Brøndby - HB: Vápnaðar venjingar og donsk løgreglufólk
Les eisini: Viljormur Davidsen: - Hetta er tað man spælir fótbólt fyri
Til seinast spurdu vit André Olsen, hvussu hann sær uppá tað at spæla í Evropa - hann hevur millum annað roynt tað sum hjálparvenjari hjá B36:
- Tað eru nakrir heilt serstakir dystir. Bæði í mun til karmar og mótstøðu. Tað krevur veruliga at vera á til hvørja einastu atgerð: Tey smáu tingini, tey "lítlu" mistøkini, kunnu beinanvegin verða revsaði. Viðhvørt verður man yvirmatchaður í slíkum dystum, og tað ger, at vit bæði sum venjarar, spælarar og tjóð flyta okkum og lyfta stigið. At vera við til tað, tað er heilt fantastiskt.
Hetta verður fyrsti evropeiski dysturin, sum toftamaðurin í Havn stendur á odda fyri. André Olsen hevur sum so allar mans tøkar, men Mathias Vos fær í øllum førum ikki spælt fullan dyst.
Conference League 2. umfar - fyrri dysturin
Hóskvøldið 24. juli
19.45: HB - Brøndby
Portalurin fer at hava beinleiðis blogg og ymiskt tilfar av staðnum. FM1 sigur frá dystinum.
Rás 1 hjá Televarpinum vísir HB-Brøndby
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald