
- Vit spæla tættar dystir hvørjaferð. Tað eru vit nøgdir við, og so veit man at tað einaferð kann koppa til ta heilt stóra úrslitið. Vit vilja gera fríggjakvøldið 5. september til eitt serstakt kvøld á Tórsvølli - nakað sum man minnist.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum, sum fyri løtu síðani var á Tórsvølli. Føroyski venjarin avdúkaði fyri miðlunum, at teir í vikuni hava broytt teirra upprunaligu ætlan til dystirnar nakað - og eisini at teir altíð trúgva uppá stóra úrslitið:
- Vit kunnu ikki bara velja áðrenn hendan dystin, júst hvørjir skulu spæla móti Gibraltar og byrja at hugsa dystin ov nógv. Tá vit hava spælt móti Kroatia, kunnu vit tað. Haldi at vit hava ein hóp, har spælararnir eru javnt sterkir, so vit kunnu skifta nógv undir dystinum og millum dystir. Vit eru sannførdir um, at vit skulu veruliga fara eftir hesum, staðfestir venjarin.
Hans Erik Danielsen, miðlaovasti hjá FSF, Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, og Brandur Hendriksson Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
Sí myndir frá venjingini av Tórsvølli her
Eitt av ynskinum hjá venjaratoyminum, tá teir tóku við, var at "fylla Tórsvøll aftur". Hetta er eydnast aftur til hendan dystin. Fyrr í dag var greitt, at tey umleið 5.000 atgongumerkini til dystin eru farin.
Sí eisini: Útselt til landsliðsbrakið fríggjakvøldið
Hetta er at fegnast um, men tað setur eisini krøv, staðfestir Eyðun Klakstein:
- Tá 5.000 áskoðarar møta upp, so skylda vit teimum at koma við øllum, sum vit hava. Føroyska liðið fer at gera alt fyri at skapa eina stóra fótbóltsuppliving, vissar venjarin um.
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia
Meira av Tórsvølli seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald