Fótbóltur

- Dugi ikki at síggja at har eru nøkur lið, vit ikki kunnu vinna á

Jóan Símun Edmundsson staðfestir, at føroyska liðið skal hava høg mál. Nations League-lutakastið verður hósdagin. - Eg taki einki fyri givið og fari at gera alt fyri, at landsliðsvenjarin ikki sleppur undan at taka meg út.

2026-02-10 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Nú havi eg ikki hugt ordiliga eftir, hvørji lið vit kunnu trekkja, men í Nations League dugi eg ikki at síggja, at tað eru nøkur lið, sum vit ikki kunnu vinna á.

Hetta segði Jóan Símun Edmundsson, tá FM1 og Portalurin tosaðu við metmannin á føroyska A-landsliðnum í síðstu viku.

Tá hevði 34-ára gamli toftamaðurin ikki veruligt yvirlit yvir, hvørjum Føroyar kunnu enda við at fáa á skránna til dystirnar í heyst. Men Jóan Símun var greiður: Man skal seta sær høg mál og ikki ræðast nakran - serliga eftir flotta metárið í fjør.

Jóan Símun Edmundsson spælir dyst nummar 100, næstu ferð hann spælir á landsliðnum. Og royndi áleyparin er til reiðar at prógva seg aftur í 2026.

- Eg taki einki fyri givið men ætli at gera alt fyri, at landsliðsvenjarin ikki kann hyggja burtur frá mær, sigur hann úr telefonini úr Íslandi.

Hoyr alla samrøðuna her - har setur Jóan Símun Edmundsson eisini orð á, hví hann valdi at halda fram í KA Akureyri heldur enn at til dømis venda aftur til Føroyar

Nations League Deild C
Pottur 1: Ísland, Albania, Montenegro Kasakstan

Pottur 2: Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia 

Pottur 3: Belarus (Hvítarussland), Føroyar, Kýpros og Estland

Pottur 4: Moldova, San Marino, Lettland/Gibraltar og Luksemborg/Malta

Eitt lið úr hvørjum potti verður trekt í hvønn bólk. Eittarin úr hvørjari deild flytur upp, og nummar tvey spælir um tað.

Sí eisini: Petur Knudsen ynskir sær Ísland, Bulgaria og San Marino

Nations League-lutakastið verður hósdagin 12. februar klokkan 17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder