Fótbóltur

- Dysturin á Tórsvølli skal takast í fullum álvara

Hetta verður ikki nakað "walk-over", staðfestir Daniel Wass, sum hevur skorað í Føroyum áður. Undir lið hansara sat Frederik Birk: - Her er ógvuliga flott í í Føroyum, og vit vænta at HB kemur við øllum.

2025-07-23 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Føroyum, og eg má siga, at her er ógvuliga flott. Náttúran er dragandi - eg havi hoyrt nógv gott um landið, og tað livir upp til hetta tað.

Hetta segði Frederik Birk á tíðindafundinum undan Conference League-dystinum móti HB. Fryntliga danin hevur í ár stjórnað Brøndby, og nú hevur hann sína fyrstu evropeisku uppgávu á skránni. Hon verður á Tórsvølli, og skal hon 

- Vit hava sjálvandi hugt uppá HB og kenna nakrar spælarar hjá teimum. Millum hevði eg mítt hoyggj av Sammy Skytte sum yngri. Hendan uppgávan skal takast í fullum álvara - vit vænta, at HB kemur við øllum sum teir hava.

[object Object]

- Viljormur er positivur og professionellur

Tann spælarin hjá HB, sum Birk kennir best, er Viljormur Davidsen. Hann var hjálparvenjari hjá núverandi HB-liðformanninum í Vejle í 2021.

- Eg kenni Viljorm sum ógvuliga professionellan og dugnaligan. Har er einki fjas. Hann er positivur og ein, ið skapar gott huglag í hópinum. 

Sí eisini: Viljormur: - Hetta er tað man spælir fótbólt fyri

Wass skoraði her fyri 17 árum síðani: - Ikki nakað "walk-over

Nýggjur liðformaður hjá Brøndby er Daniel Wass. 36-ára gamli miðvallarin hevur 44 landsdystir, eina rúgvu av dystum í La Liga (Celta Vigo og Valencia) og í fremstu fronsku deildini, umframt í Brøndby.

Í seinastu útgávuni av UEFA Cup - nú Europa League - í 2008 spældi Brøndby móti B36. Har skoraði Daniel Wass fyrra málið í 2-0 sigrinum í Gundadali.

- Eg minnist ikki so nógv frá tí, uttan at eg skoraði - tað er jú 17 ár síðani, heldur hann flennandi fyri.

[object Object]
Daniel Wass til venjing á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Flieri myndir her

Wass minnist tó betri, tá danska landsliðið var í bólki við Føroyum í EM-undankappingini til HM í 2021.

- Vit høvdu okkara hoyggj við teimum. Teir stríddust væl, og tað er ein áminning um, at hóast vit eru stórfavorittar móti HB, so skulu vit taka uppgávuna í morgin í fullum álvara; hetta verður ikki nakað "walkover".

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 
19.45: HB - Brøndby

Til ber at keypa atgongumerki her

Sí eisini: Brynja seg til Brøndby - HB: Vápnaðar venjingar og donsk løgreglufólk


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder