Fótbóltur

- Dysturin í Tbilisi hevur sanniliga eisini stóran týdning

Vit skulu ikki káva útyvir, at dysturin móti Gibraltar mánadagin hevur meira at siga, men í morgin skulu millum annað aðrir spælarar royna seg, og vit byggja á víðari, sigur Eyðun Klakstein.

Vit gleða okkum eisini til at royna at spæla ein heimadyst. Men fyrsti er tað dysturin í morgin, og hann skulu vit nýta til ymiskt í mun til spælarar, leikhátt og rútmu, staðfestir Eyðun Klakstein (Mynd: Sverri Egholm)

Vit gleða okkum eisini til at royna at spæla ein heimadyst. Men fyrsti er tað dysturin í morgin, og hann skulu vit nýta til ymiskt í mun til spælarar, leikhátt og rútmu, staðfestir Eyðun Klakstein (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-04 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tbilisi, Georgia (Portalurin): - Dysturin gevur okkum møguleikar at menna liðið og millum annað loyva øðrum spælarum, sum kanska ikki hava spælt so nógv ella eru á veg aftur á landsliðið, framat. Millum annað ungum spælarum.

Soleiðis setti Eyðun Klakstein orð á, hvat Føroyar skulu nýta venjingardystin her í morgin til. Hetta var tíðliga á tíðindafundinum í Tbilisi, har heilt fitt at lokalum tíðindafólki vóru til staðar. Tey vildu gjarna vita, hvat føroyingar arbeiddu við - og sjálvandi hvussu føroyski venjarin sær uppá Georgia, sum er uttan fleiri profilar:

- Venjaratoymið er framvegis nýtt, og vit skulu byggja á okkara grundarlag. Millum annað skulu vit verða betri í spælinum við bóltinum og meira dugnaligir til at skapa møguleikar.

Um Georgia:

- Georgia er uttan fleiri fastar spælarar, men vit vænta ógvuliga sterka mótstøðu í morgin. Vit vildu í roynd og veru sloppið at spælt móti Kvaratskhelia og hinum, men nógvir aðrir dugnaligir eru við. Georgia hevur staðið seg ógvuliga væl seinastu árini – og spældu millum annað ógvuliga góðan álopsfótbólt í Nations League play-off dystunum móti Armenia í mars. 

Hesir báðir nevndu dystirnir endaðu samanlagt 9-1 til Georgia.

Sí eisini: Eingin Champions League-vinnari ella Liverpool-spælari við í morgin

[object Object]
Nakað av fólki til føroyska tíðindafundin á Boris Paitchadze Dinamo Arena

[object Object]
Heðin Arge og Ingi Arge fyri FSF, umframt Adrian Rúnason Justinussen og Daniel Johansen, sum samrøða verður við seinni (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun og Gunnar fara eisini eftir sigrinum 

Hóast tað er ein venjingardystur, so fara vit eftir einum góðum úrsliti. Hetta staðfesti Eyðun Klakstein - og eisini Gunnar Vatnhamar - sum var við til tíðindafundin.

- Vit eru glaðir fyri at vera í Georgia. Hetta er eitt deiligt stað, og tað verður ein góður dystur at sleppa at spæla. Vit byggja upp, skulu gera okkara ting rætt og fara eftir sigrinum. Tað er okkara hugburður til hvønn dyst.

Royndi leirvíkingurin heldur ikki, at venjingardysturin í morgin er órógvandi, í mun til at tað er ein týðandi HM-undandystur mánadagin.

- Tað er altíð ein fragd at spæla ein landsdyst. Hesin órógvar einki, og tað ger ongan mun, um tað er ein venjingardystur: - Vit fara inn heilhjartað eftir tí góða úrslitinum og skulu eisini nýta hendan dystin til at læra. 

[object Object]
Gunnar Vatnhamar á tíðindafundinum. 30-ára gami miðverjin skal helst spæla sum tann mittasti í verjuni í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin spurdi eisini Eyðun Klakstein um, hvussu tað ávirkar dystin í morgin, at tað er ein undankappingardystur móti Gibraltar á heimavølli eftir vikuskiftið

- Vit skulu ikki káva útyvir, at dysturin mánadagin hevur størri týdning. Vit gleða okkum eisini til at royna at spæla ein heimadyst – tað hava vit ikki roynt sum venjaratoymi. Vit verða jú eisini roknaðir at vera favorittar til tann dystin.
Vit kunnu tó avgjørt nýta hendan dystin til nógv. Millum annað tað at Georgia í leikhátti líkist liðum, sum vit skulu spæla ímóti seinni í ár -serliga Montenegro og Kroatia.

Føroyski venjarin vil ikki avdúka liðið, men hann segði greitt, at nakrir spælarar, sum ikki hava havt stóran leiklut seinastu ferðirnar ella á landsliðnum, fara at fáa tað í morgin. Eyðun Klakstein sigur, at Føroyar fara veruliga at "nýta hópin" hesar dagarnar.

Venjingardysturin á Boris Paitchadze Dinamo Arena verður spældur í morgin, hósdagin 5. juni klokkan 17 føroyska tíð. Meira herfrá seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder