Fótbóltur

- Eg fann telefonbókina fram og ringdi til Richard Møller Nielsen

Og dagin eftir vandi eg við besta liðnum hjá OB. Abraham Løkin hevði annars ongar ætlanir um at spæla fótbólt á høgum stigi, tá hann flutti til Danmarkar í áttatiárinum. Í Fótbóltsskýlinum setti hann eisini orð á málið í Landskrona og tað at verða kosin aldarinnar føroyski spælari.

2026-06-13 11:20 Author image
Trygvi Absalonsen
placeholder

Abraham Løkin er eitt av stóru nøvnunum í føroyskum fótbólti, og fríggjadagin var hann gestur hjá Trygva Absalonsen í Fótbóltsskylinum á FM1.

Tosað varð millum annað um yrkisleiðina hjá Abraham sum fótbóltsleikari. Eitt var m.a. um tíðina í Odense, har fótbóltur als ikki var partur av ætlanini, tá Abraham flutti niður í lestrarørindir. Men skjótt hevði miðvallarin sjálvur ringt til Richard Møller Nielsen, sála, sum tá var venjari hjá OB.

Hann hevur eisini verið í Fraklandi eitt skifti.

Ábraham er uppvaksin í Fuglafirði og var eisini við til at vinna higartil einasta FM heitið hjá besta mansliðnum hjá ÍF í 1979.

Ábraham var eisini - sum flestu vita - ein týðandi partur av hópinum sum vann á Eysturríki í Landskrona 12. september í 1990. Nakað, sum nógv ikki vita, er. at Ábraham var næstsíðstur á bóltinum, tá Torkil Nielsen legði Føroyar á odda 1-0. Hetta kom ikki á upptøkurnar, tí endurtøka av stórum møguleika til Eysturríki varð vístur, tá uppleggið til søguliga málið kom.

- Tað var eg, sum snittaði bóltin viðari til Torkil Nielsen í Landskrona, staðfesti Abraham Løkin, sum fyrr hevði eftirnavnið Hansen.

Abraham Løkin varð kosin besti føroyski spælari í 20. øld. Nakað, sum kenslur hansara eru tvíbýttar um.

- At vera kosin til besti føroyski leikari í 20. øld er heldur órættvíst fyri hinar, heldur 67-ára gamli fuglfirðingurin í Runavík, sum hevur verið virkin sum venjari leingi.

Hugt varð eisini eftir Meistaradeildini hjá monnum og støðuni har, nú byrjað verður aftur eftir landsliðssteðgin.

Hoyr alla sendingina her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder