
Gibraltar, Portalurin: - Tað var ein góð uppliving við fullsettum Tórsvølli fríggjakvøldið - nú snýr tað seg um nakað annað. Vit standa sum favorittar men vita, at vit skulu spæla upp til okkara allarbesta fyri at vinna.
Hetta staðfesti Eyðun Klakstein á føroyska tíðindafundinum fyri løtu síðani. Og ein av spælarunum, sum í løtuni venur á Europa Point leikvøllinum, hevur sama hugburð.
- Vit eru ikki so góðir, at vit ikki kunnu tapa móti Gibraltar, staðfestir Andrias Edmundsson.
Miðverjin trívist í sínum leikluti sum lyklaspælari á landsliðnum.
- Spell at missa Odmar - Samuel fær møguleikan
Eyðun Klakstein staðfestir, at harav vera nakrar broytingar á føroyska liðnum til dystin í annaðkvøld: Í minsta lagi tríggjar, avdúkar venjarin fyri miðlunum.
- Tað er ikki tí, at liðið hevur spælt illa, men tí vit hava góðan hóp. Tað var eisini ein strævin dystur móti Kroatia fríggjakvøldið og ein long ferð niður - hóast tað hjálpti við leiguflogfari.
Eyðun Klakstein á tíðindafundinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Venjarin viðurkennir eisini, at tað er ein missur, at Odmar Færø hevur leikbann. Tó er klaksvíkingurin tryggur við avloysaran:
- Tað er spell at missa Odmar, sum hevur verið ein av okkara trimum sterku "útsmidarum". Eistini tí hann hevur spælt so ótrúliga væl í ár. Men vit hava Samuel Chukwudi sum ein ótrúliga góðan avloysara. Eg kann avdúka nú, at hann fær møguleikan. Samuel hevur eisini ment seg nógv í Finnlandi í ár.
Samuel Johansen Chukwudi í seinasta A-landsdystinum sum hann byrjaði inni: Í Lettlandi í fjør
Føroyar móti Kroatia (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (68' Martin Agnarsson) - Árni Frederiksberg (75' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (75' Geza David Turi), Hanus Sørensen (85' Adrian Rúnason Justinussen) - Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson).
Umstøðurnar her eru annars øðrvísi enn á einum fullsettum Tórsvølli, staðfesta venjari og spælari: Tað vera eini 100 føroyskar áskoðarar her, og tað burdi hjálpt sigur Eyðun Klakstein. Graslíki er ikki so gott, men flestu okkara eru vanir við líknandi frá fyrr í Føroyum, helvur Andrias Edmundsson.
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar
Støðan í bólkinum:
1. Kekkia 12 stig (5 dystir)
2. Kroatia 9 stig (3 dystir)
3. Montenegro 6 stig (4 dystir)
4 Føroyar 3 stig (4 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (4 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald