
-Eitt hetjukent verjuavrik, skrivar tv2.no
- Eitt kempiúrslit, sigur viðmerkjari á VGTV
Norsku steypavinnararnir fáa nógv rós í serliga heimlandinum eftir smala ósigurin á Selhurs Park í gjárkvøldið, har ensku steypavinnararnir tóku ímóti í fyrra dystinum um pláss í Conference League-deildarspælinum.
Miðlarnir í Bretlandi eru meira upptiknir av, at landsliðsspælararnir og stjørnurnar hjá Palace eru á veg vekk.
Sky Sports vísir til útsagnir frá Palace-venjaran um, at Eberechi Eze á dystardagnum gav avboð á degnum, tí hann "kendi seg ikki til reiðar". Mikukvøldið kom fram, at vandamikli vongurin fer til Arsenal fyri 67.5 milliónir pund, men Oliver Glasner væntaði og ætlaði, at Eze skuldi spæla móti Fredrikstad - tað gjørdi hann ikki.
Sí eisini: Eberechi Eze til Arsenal - ikki til Tottenham
Summir Palace-fjepparar heiðraðu Eze, sum eisini var til staðar til søguliga kvøldið (Mynd: EPA)
Verjuskansin Marc Guehi í dystinum í gjár (Mynd: EPA)
Palace-venjarin sló eisini fast eftir dystin, at "Marc Guehi noyðist at vera við í seinna dystinum". Hann verður í Noreg hósdagin 28. august - væntað verður at liðformaðurin skiftir til Liverpool, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur áðrenn 1. september.
Guehi er í løtuni einasti tøki nátúrligi miðverji hjá Crystal Palace. Glasner tørvar hann, tí smali hópurin skal til Fredrikstad við stórari hugsavnan.
Tað endaði 1-0 til heimaliðið í gjárkvøldið, og harvið er uppgerðin á lívi eftir dystin í London. Crystal Palace hevði stóra leikliga yvirvág, men tað skuldi eitt heldur tilvildarligt mál hjá fraklendinginum Jean-Philippe Mateta í 54. minutti.
Tá fraklendingurin var knappur og stýri bóltinum í málið við høvdinum, gjørdist hann søguligur. Hetta var fyrsta evropeiska málið hjá felagnum, sum alment hevur næstan 120 ár á baki. Fyriuttan tveir Intertoto Cup-dystir í 1998 (samanlagt 0-4 tap fyri turkiska Samsunspor).
Palace-spælarar og fjepparar fegnast um fyrsta evropeska mál felagsins (Mynd: EPA)
Jóannes Bjartalíð slapp eisini at royna seg móti Premier League-felagnum og FA Cup-vinnarunum. Føroyingurin kom inn, tá eitt korter var eftir og var við at halda tí á 1-0.
Liðini spæla aftur í Fredrikstad hóskvøldið 28. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald