Síðani hann kom fast inn í byrjanaruppstillingina um jóltíðir í fjør, hevur Geza David Turi so at siga ikki hugt afturum seg.
Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur tørv á nakað av tilvenjing í 2025, men nú er hann profilur í fjórðbestu ensku deildini.
Hann er eisini byrjaður framúr væl í hesum kappingarárinum og var besti spælari hjá Grimsby fyri august.
Harvið hava fjepparar borið ótta fyri, at Geza Turi fór avstað næsta summar - uttan samsýning - tá upprunaligi sáttmálin millum partarnar gekk út.
Men í gjár kundi Grimsby bera boðini um, at nýggj avtala er gjørd. Hendan er galdandi til 2027/2028 kappingarárið er av, við møguleika at leingja eitt ár afturat.
Les eisini: Geza longt við Grimsby
Sum skilst er eisini ein klasulur í, sum sigur, at Geza Turi kann fara til eitt størri felag fyri ávísan prís, um Grimsby fær tað bjóða. Eisini kann væntast, at 24-ára gamli gøtumaðurin fer munandi upp í løn.
- Eg havi notið tíðina í Grimsby higartil, og eg kenni á mær, at eg havi ment meg nógv síðani eg kom til felagið. Har eru framvegis ting, sum skulu betrast, og eg haldi, at hetta er tað rætta staðið at gera tað, sigur Geza David Turi við heimasíðu felagsins.
![]()
Geza David Turi er týðandi spælari á miðvøllinum hjá Grimsby Town (Mynd: Grimsby Town)
Nummar 15 leggur afturat, at hann hevur fingið góða hjálp, og at hann heldur at felagið kann røkka høgum málum næstu árini.
Venjarin, David Artell, fegnast:
- Geza hevur ment seg framúr væl hesa tíðina, og vit halda her býr so nógv í honum til at flyta seg uppaftur meira. Vit síggja fram til tað, og hetta er eisini ein spælari, sum veruliga vil læra og menna seg. Hann skilur, hvat væntað er av honum her. Geza er ein týðandi spælari á liðnum.
Fjepparar hava eisini víst sína gleði á sosialu miðlunum, nú týðandi brikkurin hevur skrivað undir: Bestu tíðindini í ár heldur onkur til dømis fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald