
Eyðun Klakstein nevndi ikki bert teir spælararnar, sum hann og toymi hava tikið út til dystirnar í september - landsliðsvenjarin nevndi eisini hví nakrir ikki eru við hesaferð:
- Har eru millum annað tríggir KÍ'arar, sum kundu verið partur av hópinum, men sum ikki eru úttiknir hesaferð: Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Patrik Johannesen. Tað kemst av, at allir hava snuddir at dragast við, teir eru slitnir - og hava skaðar sum gera, at vit meta, at tað besta er, at teir ikki koma við í september.
Sí eisini: Jóan Símun er aftur á listanum - fleiri KÍ'arar eru úti
Í samrøðu við bæði FM1 og Televarpið staðfesti Eyðun Klakstein, at hetta var ein avgerð, sum er tikin í samráð við venjara- og læknatoymi hjá KÍ, og at hann hevur tosað við Hall, René og Patrik um støðuna.
- Teir hava millum annað spælt nógvar harðar evropeiskar dystir í summar, og eru nakað merktir. Vil vildu gjarna havt teir við, men nú vóna vit, at teir fáa nýtt tíðina til at koma veruliga fyri seg og so verða púra klárir til dystirnar í oktober.
Eyðun Klakstein heldur, at tað er fyri tað besta, at tríggir av royndu spælarunum hjá nýta landsliðssteðgin veruliga koma fyri seg (Mynd: Sverri Egholm)
Allir teir nevndu spælararnir spældu annars í oddadystinum móti HB í gjár, men Hallur Hansson og Patrik Johannesen, ið oftast spæla 90 minuttir hjá KÍ, spældu hvør sín hálvleik. René Shaki Joensen sá ógvuliga viðtikin út, tá hann fór út seint í dystinum.
Sum skilst hevur serliga René vant millum lítið og einki í seinastuni - allir hava havt ymiska pínu - og so kann man seta spurnartekin við, um KÍ kundi ella burdi gjørt okkurt øðrvísi í handfaringini.
Tað vil í øllum førum siga nakrir overvaðir spælarar, sum landsliðið "missir": Liðformaðurin og ein motorur á miðvøllinum (Hallur), dystaravgerandi maðurin móti Gibraltar seinast (Patrik) og spælarin sum serliga kann verja, órógva og renna á altjóða stigi (René)
Patrik Johannesen og liðfelagarnir fegnast um sigursmálið hjá tvøramanninum á Tórsvølli í juni móti Gibraltar - hann er tó ikki við hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)
Landsliðsvenjarin staðfestir, at aðrir mugu traðka til. Nakað av óvissu er tó framvegis um varaliðformannin Viljorm Davidsen, sum skal kannast nærri í tjúkkanum í vikuni, og Gunnar Vatnhamar, ið ikki hevur spælt dyst í yvir ein mánaða.
Hópurin til HM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn *
Verjspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland) *
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia) - leigaður úr NK Celje
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Geza David Turi, Grimsby Town, Grimsby Town (Ongland) *
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð Fredrikstad FK (Noreg) *
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson KA Akureyri (Ísland) **
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark) *
* Við í mun til seinast
** Varð ikki úttikin í fyrstu syftu men avloysti skadda Petur Knudsen til dystin móti Gibraltar
HM-undankappingardystir í september:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli: Føroyar - Kroatia
Mánadagin 8. september í Gibraltar: Gibraltar - Føroyar
Sí eisini: Jann Benjaminsen: - Kappingin um landsliðsplássini er harðari nú
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald