Fótbóltur

- Hetta er tað størsta skiftið í føroyskum fótbólti

Ítróttartíðindamaðurin Tróndur Arge vísti í Fótbóltspráti á, at flytingin hjá Andriasi Edmundsson til Hellas Verona og Serie A er tann størsta higartil. Toftamaðurin er greitt tann dýrasti føroyingurin í søguni.

"Vitin í føroyskum fótbólti", sum Tróndur Vatnhamar tók til. Hann hevur víst sítt virðið fyri føroyska landsliðið og í Póllandi - og er eisini bert vaksin í virði (Mynd: Hellas Verona FC)

2026-02-03 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit kunnu kjakast um týdningin av øðrum skiftum, og seta tey í ein kontekst av tí tíðini, tá tá hendi. Men fara vit og leggja alt saman, so er tað, at ein føroyskur fótbóltsspælari verður seldur fyri nakað, sum í øllum førum minnir um yvir tjúgu milliónir krónur til eitt felag í bestu italsku deildini fullkomiliga óhoyrt eftir føroyskum standardi.

Soleiðis segði Tróndur Arge, ítrottarjournalistur, í sendingini Fótbóltsprát í Kringvarpinum í gjár.

Har umrøddu hann, Oddbjørn Joensen og Tróndur Vatnhamar sjálvandi skiftið hjá Andriasi Edmundsson úr pólskum fótbólti til italskan fotbólt.

Tá sendingin var upptikin, var skiftið ikki endaliga staðfest, men tíðliga seinnapartin mánadagin kunngjørdi Hellas Verona føroyska landsliðsprofilin.

[object Object](Mynd: Hellas Verona FC)

Sí eisini: Endaliga staðfest: Andrias Edmundsson til Hellas Verona

Í studio fimm í Sortudýki fegnaðust teir um, at ein føroyingur kann taka hetta stigið, og víst varð millum annað á, at Andrias Edmundsson er "vitin í føroyskum fótbólti".

- Hann er ein undangongumaður, og tann besti spælarin vit hava nú.

Tróndur Arge hevur fylgt føroyskum fótbólti leingi og heldur, at hetta er tað størsta skifti - hóast onnur vóru stór í sínari tíð og á sín hátt.

[object Object]
Tróndur Arge og hinir vísa á týdningin, sum Andrias Edmundsson hevur sum undangongumaður (Mynd: Sverri Egholm)

25-ára gamli toftamaðurin er nú eisini nógv tann dýrasti føroyski fótbóltsspælarin: Virði á flytingini sigst at liggja um 25 milliónir kórnr. Hetta ið er nærum tjúgu milliónir meira, enn Áki Samuelsen fór til svensku meistararnar Mjällby fyri í desember.

Áður hava Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson, stóribeiggi Andrias, spælt í ávikavist Premier League og í Bundesliguni. Nú hevur eitt Serie A-felag keypt ein føroyskan miðverja inn - beinleiðis fyri at hjálpa í niðurflytingarstríðnum.

Hoyr alla sendingina her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder