Fótbóltur

- Í mínum eygum er hetta størsta venjarastarvið í føroyskum fótbólti

Hjá André Olsen var tað eingin ivi um, at hann vildi halda fram í HB. Almenna rás felagsins hevur tosað við høvuðsvenjaran, sum nú hevur sáttmála til og við 2027.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-03 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kunngjørdi Havnar Bóltfelag, at felagið hevur longt samstarvið við André Olsen. Nú er tað galdandi til og við 2027, og harvið er 34-ára gamli toftamaðurin veruliga fast settur venjari í stórfelagnum nú.

Sí eisini: André Olsen heldur fram sum HB-høvuðsvenjari

Tað hevur gingist væl hjá HB, síðani André Olsen og toymi tóku yvir tíðliga í mai. Nú skal arbeiði førast víðari.

- Tað hevur gingið væl, meðan vit hava verið her, men tað eru ting, sum vit kunnu betra. Vit vilja gjarna bjóða meira av og gerast betri hvønn dag, sigur André Olsen við HB-rásina.

Fyri hann er, at júst starvið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá HB er størsta venjarastarvið í føroyskum fótbólti. André Olsen var heldur als ikki í iva í, at hann vildi halda fram eftir hetta árið, tá tað stóð honum í boði.

- Í húsinum og í hópinum møtir man fólki, sum vilja tað sama. Felagið er málrættað, og mær dámar væl at koma til arbeiðis her í húsinum. 

Sambært André verður andin tann sami næsta ár. Tað er ov tíðliga at siga enn, hvørjar broytingar vera í hópi og rundanum.

Hoyr samrøðuna við André Olsen ovast ella á almennu Youtube-rásini hjá HB

Upptøka: RSmediasport/Havnar Bóltfelag


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder