Fótbóltur

- Leggi merki til hvat fólk siga um meg

Andrias Edmundsson kennir á sær, at hann er ein meira týðandi spælari á landsliðnum nú. - Eg royni bara at gera mítt besta fyri Føroyar hvørja ferð, staðfestir toftamaðurin í Wisla Plock.

Andrias Edmundssin: - Í morgin verður talan um eina øðrvísi uppgávu, har vit fara at hava bóltin væl meira ella Kroatia. Hetta eru vit til reiðar til - sjálvt um graslíki her er verri og so framvegis (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundssin: - Í morgin verður talan um eina øðrvísi uppgávu, har vit fara at hava bóltin væl meira ella Kroatia. Hetta eru vit til reiðar til - sjálvt um graslíki her er verri og so framvegis (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-08 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi fríggjakvøldið sín 17. A-landsdyst, men tað sær út sum og tykiskt sum um, at hann hevur verið við leingi.

Móti einum av teimum sterkastu landsliðunum í Evropa spældi Andrias Edmundsson ein branddyst: Í øllum førum ein av teimum bestu á vøllinum.

[object Object]
Andrias Edmundsson í viðtalu eftir 0-1 dystin - hetta saman við elsta beiggjanum Jóan Símun Edmundsson sum nú er javnur við Fróða Benjaminsen, hvat dystarmetinum á manslandsliðnum viðvíkur (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Video: - Tað er ein stórur heiður at hava spælt líka nógvar landsdystir sum Fróði

Tað eru undir tvey ár síðani, at Andrias Edmundsson spældi sín fyrsta kappingardyst á A-landsliðnum. Tað var í Kekkia (oktober 2023, 1-0).

Tá spældi toftamaðurin í triðbestu pólsku deildini. Nú er hann fastur maður hjá oddaliðnum í fremstu pólsku deildini, Ekstraklasa, sum á pappírinum er millum 15 tær bestu fremstu deildinar í Evropa.

Í Wisla Plock eru tey bangin fyri at missa 24-ára gamla miðverjan. Um alt gongst sum ætlað kann Andrias Edmundsson spæla fyri føroyska landsliðið í nógv ár afturat, og har trívist toftamaðurin væl:

- Eg leggi sjálvar merki til, hvat fólk siga um meg, og at føroyingar og onnur eru farin at vísa mær meira ans. Eg føli eisii, at eg eri ein meira umráðandi spælari nú. Tað er stuttligt, og eg fari altíð út at royna at gera mítt besta - fyri Føroyar - staðfestir Andrias fyri Portalinum.

- Í morgin verður talan um eina øðrvísi uppgávu, har vit fara at hava bóltin væl meira ella Kroatia. Hetta eru vit til reiðar til - sjálvt um graslíki her er verri og so framvegis.

Sí eisini: Samuel Chukwudi er til reiðar at stíga inn í miðverjuna

Les eisini: Eru ikki so góðir, at vit ikki kunnu tapa ímóti hesum liðnum

Andrias Edmundsson og hinir skulu stríðast fyri sigrinum suðuri á Gibraltar í kvøld frá klokkan 19.45. Portalurin er til staðar við beinleiðis bloggi og øðrum - FM1 hevur beinleiðis frásøgn og byrjar at senda klokkan 19.00.

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar

Støðan í bólkinum:
1. Kekkia 12 stig (5 dystir)
2. Kroatia 9 stig (3 dystir)
3. Montenegro 6 stig (4 dystir)
Føroyar 3 stig (4 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (4 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder