Fótbóltur

- Samlaða støðið á landsliðnum er kanska hægri enn nakrantíð

- Vit hava nógvar møguleikar í hópinum, staðfestir Eyðun Klakstein. - Fólkið skal síggja, at tað er eldur í okkum í morgin, sigur Hallur Hansson. Liðformaðurin skal móti Gibraltar spæla sín fyrsta heimadyst í trý ár.

- Vit hava verið nógv í verjustøðu á útivølli. Men haldi eisini man hevur víst, at vit kunnu væl spæla og skapa. Vit vænta, at vit kunnu hava bóltin væl meira í hesum dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit hava verið nógv í verjustøðu á útivølli. Men haldi eisini man hevur víst, at vit kunnu væl spæla og skapa. Vit vænta, at vit kunnu hava bóltin væl meira í hesum dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-08 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er fyrsti dystur á heimavølli í langa tíð, so vit eru ótrúliga spentir at sleppa í gongd. Tað er deiligt at vera í heimligum umhvørvi, og vit vóna, at nógvir áskoðarar vera til staðar.

Hetta vóru fyrstu orðini hjá Eyðuni Klakstein á tíðindafundinum í trinstovuni á Tórsvølli. Føroyska liðið hevði tíðliga í kvøld sína seinastu venjing undan HM-undan dystinum móti Gibraltar.

- Talan er um eitt framfýsið lið, sum tekur nógvar møguleikar. Gibraltar spælir millum annað við einum ágangandi trýsti. Tað kunnu vit gagnnýta.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Eyðun Klakstein viðurkendi, at Føroyar eru í favorittleikluti, og at hesin dysturin verður væl øðrvísi enn teir fimm útidystirnir undir verandi toymi. Føroyar hava tapt fýra av hesum tepurt - og vunnið ein 1-0.

- Vit hava verið nógv í verjustøðu á útivølli. Men haldi eisini man hevur víst, at vit kunnu væl spæla og skapa. Vit vænta, at vit kunnu hava bóltin væl meira í hesum dystinum. Júst tað hevur fylt nógv nú, og vit hava arbeitt meira miðvíst við tí nú: Hvussu vit gera tað best, og hvussu vit skapa nógvar vandastøður.

Spurdur um liðsamanseting og annað hevði 53-ára gamli venjarin eina braneggjaða staðfesting.

- Samlaða støðið á landsliðnum er kanska hægri enn nakrantíð, og vit vilja gjarna brúka breiddina í hópinum. Vit halda fast í somu leikskipan: 3-4-3 við bólti og tað kann man nógv ymiskt við.

Langi vegurin hjá Halli aftur á Tórsvøll

Hallur Hansson var ikki á landsliðnum seinastu stóru tvey árini undir Håkani Ericson. Størsta partin av tíðini var orsøkin ein álvarsamur knæskaði, men síðani var ikki so stórur áhugi at slúsa landsliðsliðformannin inn í hópin aftur.

Hartarbeiðandi miðvallarin hevur verið við hvørjaferð undir Eyðuni Klakstein og nú, trý ár eftir 2-1 sigurin á Litava undir føroysku juni sólini, skal Hallur Hansson aftur spæla á Tórsvølli.

- Mín ferð seinastu árini hevur verið nógv upp og niður, og eg havi til tíðir ivast í, um, hetta fór at bera til. At kunna standa aftur her í morgin er heilt serstakt. Eg havi arbeitt heilt ótrúliga hart, fyri at tað hevur verið møguligt at spæla á landsliðnum aftur.

[object Object]
Hallur Hansson lýsti upp

[object Object]Hallur Hansson í 2-1 sigrinum á Litava í juni 2022. Hallur hevur ikki spælt landsdyst á heimavølli síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Sum vant er Hallur Hansson ikki so smæðin at siga, hvar hann hugsar - eisini tá Dimmalætting spyr, um ikki trýstið er stórt, nú kravið er ein sigur

- Vit fara avgjørt eftir sigrinum og fólkið skal síggja, at tað er eldur í okkum. Vit gera tað, sum skal til, fyri at vinna. Um eg skuffi tykkum, so verið eg meira skuffaður sjálvur. Skilji væl at spælarar kunnu kenna trýst, tá tað eru dystir sum móti Gibraltar, men tað fyllur ikki nógv.

Hallur hevur sjálvur verið við til at tapa við trimum málum og vinna við trimum málum í venjingardystum móti Gibraltar.

Nú snýr tað seg um trý stig á Tórsvølli. Føroyar og Gibraltar spæla klokkan 19.45 í morgin, mánadagin 9. juni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder