- Eg hevði vilja havt ein lættari sigur, men vit skulu veruliga gera nakað fyri at vinna landsdystir. Tað sást aftur, at tað var ein venjingardystur, vit ikki hava vant so nógv saman frammanundan. Men tað var umráðandi at fáa hendan venjingardystin, vit vinnu og eru nú í gongd við árið.
Soleiðis tók Eyðun Klakstein samanum sigurin í venjingardystinum í San Marino í gjár. Hetta í samrøðu við FSF Varpið - sum sæst omanfyri ella á Youtube-rásini hjá Fótbóltssambandinum
Føroyar komu afturum 1-0 um miðjan fyrra hálvleik, men Jákup Biskopstø Andreasen javnaði í yvirtíðini í 1. hálvleiki, og í 64. minutti skoraði Árni Frederiksberg til 2-1 eftir vælspælt føroyskt álop.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald