Fótbóltur

– Skulu hava tamarhald á dystinum

– Hesa ferð skal dysturin koppa okkara veg, og heimavøllurin skal vera okkara fyrimunur, sigur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjarin hjá kvinnum, sum týsdagin tekur ímóti Grikkalandi í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-13 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

FSF: Týsdagin 14. apríl klokkan 17:00 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Grikkaland vitjar í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.

– Støðan í hópinum er góð, fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit eru komin væl áleiðis við tí, sum vit hava arbeitt við, sigur landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, ið væntar og vónar, at heimavøllurin verður okkara fyrimunur.

Aftaná venjingina, sum var á Tórsvølli seinnapartin sunnudagin, fekk FSF varpið fekk orðið á venjaran.

Tá føroysku kvinnurnar í mars mánað møttu Grikkalandi á útivølli, gjørdist úrslitið 2-0 til Grikkaland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder