Fótbóltur

- Tað er tættari millum spælararnar á landsliðnum nú

Vit hava ikki eins stórar profilar sum onkutíð fyrr, men tað er meira javnt stig í løtuni, heldur Tróndur Arge. Journalisturin væntar nógvar broytingar til dystin í kvøld.

Fótbóltsskýlið varð tikiðt upp á sóldekkinum á hotelskipinum í Gibraltar tíðliga seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Fótbóltsskýlið varð tikiðt upp á sóldekkinum á hotelskipinum í Gibraltar tíðliga seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-08 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gibraltar (Portalurin/FM1): - Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi, Jóannes Bjartalíð - Páll Andrasson Klettskarð

Hetta er tað, sum Tróndur Arge gitir og metir føroysku byrjanaruppstillingina í kvøld at vera.

Tað hevur journalisturin, sum vanliga hevur gott innlit, skriva á kvf.fo, og tað var hetta, sum vit serliga tóku útgangsstøði í sendingini Fótbóltsskýlinum. Hana tóku vit upp á sóldekkinum á hotelskipinum í Gibraltar tíðliga seinnapartin.

Hoyr undansendingina her

Sí eisini: - Hasin maðurin fær ikki mikrofonina aftur

Alt bendir á, at hetta verða teir ellivu, sum Eyðun Klakstein og Atli Gregersen senda á vøllinum klokkan 19.45. Endaliga váttanin kemur klokkan 18.30, tá dómarasaðlarnir koma út.

Í so fall er talan um seks broytingar í mun til dystin á Tórsvølli fríggjakvøldið. Hesir fara tískil út: 

Odmar Færø (leikbann), Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Meinhard Jákup Biskopstø Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen og Hanus Sørensen.

Hørð kapping

Hóast tað seinastu árini vanliga bert hava verið trý samdøgur millum dystirnar, so hevur A-landsliðið vanliga ikki skift umleið helmingin av byrjanauppstilling frá dysti til dyst.

Men soleiðis verður hesaferð. Hetta vitnar millum annað um eina tættari kapping millum spælarar.

- Vit hava ikki eins nógvar stórar profilar, sum onkutíð áður, men tað er er javnað nakað út í hópinum, heldur Tróndur Arge.

Hoyr undansendingina her

Endursent verður eisini klokkan 18.45 á FM1, sum sigur frá dystinum.

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar

Støðan í bólkinum:
1. Kekkia 12 stig (5 dystir)
2. Kroatia 9 stig (3 dystir)
3. Montenegro 6 stig (4 dystir)
Føroyar 3 stig (4 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (4 dystir)

Kringvarpið vísir dystin.

Sí eisini: 
Samuel er til reiðar at stíga inn í miðverjuna (Video)
Eru ikki so góðir at vit ikki kunnu tapa ímóti hesum liðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder