
- Man vónaði eitt sindur at trekkja Brøndby, tí tað er eitt so stórt felag í Skandinavia og eitt lið og ein deild, sum nógvir føroyingar fylgja. Eg havi glett meg nógv, og spenningurin er at merkja í hópinum, nú dysturin nærkast: Tað verður stórt hóskvøldið.
Hetta sigur Heini Fossdalsá Sørensen við Portalin. HB fyrireikar seg nú at taka ímóti Brøndby IF. Danska stórfelagið vitjar føroyska stórfelagið og Tórsvøll hóskvøldið.
Heini Sørensen var í ungdómsdeildini hjá FC Midtjylland í nógv ár. Har spældi evnaríki miðvallarin millum annað móti fleiri spælarum, sum nú eru partur av hópinum hjá Brøndby.
- Teir eru kendir fyri "Powerfótbólt". Teir spæla skjótt og tað er ein øðilig megi í liðnum...tað snýr seg um at standa ímóti tí trýstinum, sum Brøndby kemur.
21-ára gamli havnarmaðurin staðfestir, at tað verður nakað serstakt at spæla í "góða stemninginum á Tórsvølli". Tað eru fá pláss eftir á størru langsíðuni, og umleið 500 Brøndby-fjepparar væntast at fara at seta sín serliga dám á.
Sí eisini: Nærum útselt á langsíðuni - HB'arar skipa fyri upphiting
Heini ætlar sær avstað aftur einaferð - kann sýna seg fram í hesum dystunum
Heini Fossdalsá Sørensen slær fast, at hann stórtrívist í HB, men at ætlanin sjálvandi er at royna yrkisdreymin aftur.
- Tað er 100 prosent ætlanin at fara uttanlands aftur. Tað hevur altíð verið dreymurin at liva av at spæla fótbólti. Tað hevur sum so gingið eftir ætlan í Føroyum: Havi fingið nógva spælitíð, havi fingið fótin fyri meg sum vaksnamannaspælari, havi sjálvsálit og føli at kann gera mun í flestu dystunum
U21-landsliðsspælarin heldur, at hesir dystirnir móti Brøndby kunnu vera ein góður sýnisgluggi. Tó sær Heini fast, at tað skal vera rætta tíðin og røttu umstøðurnar, tá hann einaferð trínur útum landoddarnar aftur.
Hoyr alla samrøðuna við Heina Sørensen omanfyri. HB og Brøndby bresta saman hóskvøldið á Tórsvølli
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
19.45: HB - Brøndby
Til ber at keypa atgongumerki her
Sí eisini: Brynja seg til Brøndby - HB: Vápnaðar venjingar og donsk løgreglufólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald