
Føroyska liðið hugsavnar seg nú fult og heilt um uppgávuna í Moldova og tað at royna at tryggja 2. plássið í Nations League-bólkinum. Hetta eftir langa ferð fyrr í vikuni.
Kvinnrnar vandu í Keypmannahavn-økinum mánadagin, áðrenn leiðin gekk til Moldova.
Fyribils høvuðsvenjarin og tekniski stjórin í FSF, Pætur Smith Clementsen, sigur við FSF Varpið, at liðið er væl fyri, at man í gjár líka skuldi fáa seinastu brikkarnir uppá pláss.
Føroyar vunnu 2-0 á Moldova á Tórsvølli tíðliga í apríl. Nú skal avrikið aftur sita, so at møguleiki er fyri stigi/stigum. Føroyar standa sum lítlar favorttar í útidystinum í Chisinau.
Eftir fýra umfør hava Føroyar níggju stig - Moldova er á 3. plássi og hevur trý stig.
Uppgerðin á Zimbru Stadion byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Dysturin verður stroymdur á kvf.fo - á KVF 2.
Samrøðan við Pætur Clementsen sæst ovast. Nakrar myndir frá venjingini í gjár, sum Jóhanna Thomsen tók, síggjast her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald