- Tað var ein tættur dystur á Tórsvølli, har vit javna til 1-1, tá stórir tíggju minuttir vóru eftir, men har Sveis síðani avgerð tað. Vit fara til Sveis eftir sigrinum í næstu viku - og eftir at løna teimum aftur.
Hetta staðfesti Ólavur Mikkelsen í FM1-rásarúminum fríggjadagin. Í byrjanini av sendingini "Fótbóltsskýlið", sum er á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 17.15, tosaði U21-landsliðsvenjarin um ársins fyrstu uppgávu og støðuna á liðnum.
Hóast tað er tíðliga á árinum, og harvið ikki mest hóskandi dystartíðin, so metir strandingurin, at menn hansara er væl fyri til lykladystinum í bólkinum.
- Hetta er ein opin bólkur, og hóast vit hava ein dyst fleiri enn Sveis, so hava vit til dømis spælt móti Fraklandi tvær ferðir. Hetta kann gerast ógvuliga spennandi.
Eftir dystirnar í 2025 eru føroysku U21-menninir á 2. plássi í bólkinum og liggja harvið framvegis til at spæla um at koma víðari til EM-endaspælið í 2027.
Úttøka tvar í gjár, og Ólavur Mikkelsen hevur úttikið hesar 20 spælarar til EM undankappingardystin móti Sveis:
Málverjar:
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Verjuspælarar:
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Jónas Prior, 07 Vestur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Miðvallarar:
Jógvan Gullfoss, B36
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Vasteras SK (Svøriki)
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Djóni Samuelsen, B68 Toftir
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Mjallby AIF (Svøriki)
Áleyparar:
Aron Benjaminsen, Víkingur
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík
Markus Isaksen, Skála
Les meira her: Jósef Ólavsson Gleðisheygg er nýggjur á U21-landsliðnum
Undan dystinum á Stockhorn Arena 29. mars hava Føroyar 9 stig og eru eitt stig frammanfyri Sveis, sum hevur 8 stig. Føroyar hava spælt ein dyst fleiri - men báðar móti Fraklandi og liggja framvegis á 2. plássi. Fraklandi er á odda í bólkinum við 10 stigum. Sí meira um bólkin her:
Her ber til at hoyra Ólav Mikkelsen seta orð á uppgávuna móti Sveis og støðuna hjá U21-landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald