Fótbóltur

- Vit skulu tora at vera til staðar í Reykjavík

Ólavur Mikkelsen staðfestir, at Íslands á ymsan hátt er eitt sterkt mótstøðulið, men at føroysku spælararnir eisini hava víst dygdir. EM-undandysturin byrjar klokkan 18 og sæst hjá Televarpinum.

- Lykilin hjá okkum til eitt gott úrslit hósdagin verður hart arbeiði, og konsentratiónsevnini, tí um man ikki er

- Lykilin hjá okkum til eitt gott úrslit hósdagin verður hart arbeiði, og konsentratiónsevnini, tí um man ikki er "on" eina løtu, so kann man verða revsaður (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-04 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit hava eina stóra avbjóðing fyri framman. Íslendarar eru dugnaligir til at framleiða fótbóltsleikarar. Tað sæst millum annað við, at størri parturin av íslenska hópinum spælir uttanfyri Ísland.

Hetta staðfestir Ólavur Mikkelsen, tá Portalurin spyr, hvat er fyri framman hjá føroyska U21-landsliðnum í Reykjavík í kvøld. 2. umfar í EM-undankappingini er á skránni, og íslendingar hava nógva styrkir, sigur føroyski venjarin.

- Íslenska liðið er væl skipað, og leikararnir eru kropsliga sterkir og arbeiða hart. Ísland varierar spælið hjá sær í tann mun, at teir spæla bæði smátt og við longum bóltum inn í brotsteignum til teir stóru leikararnar hjá sær, sum spæla á offensivu plássunum.

[object Object]
Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari, á Víkingavøllinum í Reykjavík. Her venur og spælir Gunnar Vatnhamar til dagliga (Mynd: FSF)

Men hvat er tað so, sum føroyska liðið skal gera fyri at loysa stóru uppgávuna?

- Vit hava fyrireikað okkum væl uppá Ísland, og fyrst og fremst krevst av okkum at vit arbeiða hart fyri hvørjum øðrum, og halda okkum til tær avtalurnar, vit hava í defensiva partinum. Síðani hava vit eisini hugt eftir hvussu vit kunnu skapa málmøguleikar. Lykilin hjá okkum til eitt gott úrslit hósdagin verður hart arbeiði, og konsentratiónsevnini, tí um man ikki er "on" eina løtu, so kann man blíva straffaður. Eisini er týdningarmikið at vit tora at verða til staðar og tora at spæla fótbólt sjálvir, sigur Ólavur Mikkelsen.

- Gleðiligt at fleiri fara úr Føroyum at royna seg

Sum strandingurin nevnir, so spæla nógvir á íslendska liðnum uttanfyri heimlandið - og eisini á góðum addressum. 

Heimasíðan bolt.fo vísir á, at tólv íslendingar spæla uttanlands: Í Danmark, Noreg, Svøríki, Niðurlondum, Onglandi, Skotlandi og Kroatia. 

Á føroyska liðnum eru tó alsamt fleiri, sum gera vart við seg og fara útum landoddarnar: Aron Benjaminsen Kristiansund (Norra) Áki Samuelsen,  Ranheim (Norra), Árni Nóa Atlason, Egersunds (Norra) *, Dávid Reynheim Torino (Italia), Mattias Hellisdal Våsterås (Svøríki) *

* Seldir í august

Ólavur Mikkelsen fegnast um hetta, og at føroysku U21-landsliðsspælararnir vísa seg væl fram í føroysku kappingini:

- Fleiri av okkara leikarum hava avrikað væl heima í Føroyum, meðan nakir eisini eru farnir útum Føroyar at spæla. Hetta er gleðiligt, og eg trúgvi, at hetta kann verða við til at menna okkara leikarar enn meira framyvir.

Dysturin millum Ísland og Føroyar byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Hann kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum. Til ber eisini at fylgja við beinleiðis dagføringum ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder