
- Eg haldi, at vit eru okay væl nøgdir við hetta útgangsstøði. Tá man fer út í Evropa at, hevur man ikki merkt júst tí mótstøðuna áður, og nú var tað fyrstu ferð í nýggjari tíð, at vit spældu í Serbia. Eg haldi tó, at vit lesa teir væl av, og tað var ein ótrúligur arbeiðisinnsatsur frá okkara monnum, har mann kempar væl fyri tí.
Soleiðis segði Jákup Biskopstø Andreasen við Facebook-síðuna hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag eftir málleysa javnleikin í Serbia í gjárkvøldið. Talan var um fyrra dystin í 2. umfari í Conference League.
Sì eisini: KÍ við sterkum avriki í Serbia
KÍ-liðformaðurin staðfesti, at serliga nógvir hitin órógvaði nógv, men at teir vóru væl fyrireikaðir uppá tað og dugdu sum heild væl at takkla tað.
Jákup Biskopstø Andreasen (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
Radnicki skoraði ikki, hóast serbiska liðið hevði stórt trýst á KÍ í løtum í 2. hálvleiki. Móti endanum kundu KÍ og Daniel Johansen stolið sigurin, men nú snýr tað seg um heimadystin.
- Í slíkum dystum snýr seg um at koma heim við einum brúkiligum úrsliti, og tað haldi eg, at vit gera. Vit taka ein javnleik hesaferð og fara síðani vónandi at avgerða tað við Djúpumýru.
Jákup vísir á, at júst í Klaksvík hava KÍ'arnir havt nógvar stórar løtur seinastu árini. Ein slík var fyri átta døgum, tá KÍ vann og spældi seg víðari móti finska SJK. Tað var "ein fantastisk løta við fantastiskum áskoðarum", staðfestir miðvallarin.
Klaksvíkar Ítróttafelag setti í morgun gongd á atgongumerkjasøluna, sum eisini gongur væl. Heimasíðan ki.fo boðar frá, at fleiri prísir eru nakað niðursettir í mun til seinastu evropeisku dystirnar - fleiri hava víst á, at teir eru heldur høgir.
- Vit ynskja, at so mong sum møguligt sleppa at uppliva evropeiskan fótbólt við Djúpumýru. Tí hava vit valt at seta prísin niður í fleiri bólkum, serliga ætlað familjum og børnum, skrivar KÍ.
Seinni dysturin verður spældur í Klaksvík, hóskvøldið 31. juli klokkan 19.45. Til ber at keypa atgongumerki til dystin her
---------------------------------------------
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Í gjár, hóskvøldið 24. juli
Radnicki 1923 - KÍ 0-0
KÍ 5-4-1(3-4-3): Sebastian John, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrik Johannesen - Páll Andrasson Klettskarð
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Gilli Rólantsson Sørensen, Daniel Johansen, Mads Boe Mikkelsen og Filip Brattbakk
Hagtølini: Leiklig yvirvág til heimaliðið men lutfalsliga fá skot á KÍ-málið (Skíggjamynd: KÍ Varpið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald