Fótbóltur

- Vóna at skriva undir nýggjan sáttmála áðrenn heystið kemur

Fyrsta samskifti hevur verið, og eg haldi, at tað skulu vera minst tvey ár hesaferð, staðfestir Eyðun Klakstein. Sáttmáli hansara gongur út eftir Nations League-dystirnar í heyst.

- Vit hava havt eitt útgangspunkt fyri samstarvinum higartil. Ynski er, at tað grundleggjandi skal vera tað sama - tó við onkrum tillagingum. Veit ikki um eg kann siga, at vit hava nøkur serlig krøv, men onkur ynski eru (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit hava havt eitt útgangspunkt fyri samstarvinum higartil. Ynski er, at tað grundleggjandi skal vera tað sama - tó við onkrum tillagingum. Veit ikki um eg kann siga, at vit hava nøkur serlig krøv, men onkur ynski eru (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-21 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Forsetin hevur sagt alment, at ynski er um at leingja samstarvið, leiðsan hevur staðfest tað, og fyrsta samskifti hevur verið um nýggjan sáttmála.

Hetta váttaði Eyðun Klakstein á tíðindafundi á Tórsvølli, sum hevur verið fyrrapartin í sambandi við landsliðsúttøkur.

Sáttmálin hjá høvuðsvenjaranum gongur út í vetur, og tað gera sáttmálarnir hjá toyminum. Portaluri spurdi tí um støðuna, nú hálvt er farið síðani seinasta kappingardyst og umleið hálvt er eftir av sáttmálanum. 

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ynskja at leingja við landsliðsvenjaratoymi. Tað skal ígjøgnum nevndina, men eg síggi tað næstan sum givið, at semja er um hetta.

Hetta segði Christian Andreasen á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya 28. februar.

Sí eisini: FSF-forsetin: - Fara undir samráðingar við lansliðsvenjararnar skjótt

[object Object]
Eyðun Klakstein og Christian Andreasen tá tvey-árasáttmálin var undirskrivaður í februar í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Tveir mánaðir eftir hetta var framvegis einki at frætta. Men fyri einum stórum mánaða síðani, gjørdi Kristin Dam Ziska, aðalskrivari greitt, at ætlanin var at fara undir samráðingar "innanfyri komandi tíðina".

Nú staðfestir Eyðun Klakstein, at gongd er í málinum. 

-Ynskja at avgreiða tað áðrenn heystið kemur. 

Vit spurdu eisini, um nøkur krøv eru frá landsliðsvenjaranum

- Vit hava havt eitt útgangspunkt fyri samstarvinum higartil. Ynski er, at tað grundleggjandi skal vera tað sama - tó við onkrum tillagingum. Veit ikki um eg kann siga, at vit hava nøkur serlig krøv, men onkur ynski eru.

Og Eyðun Klakstein staðfestir, at samráðingarnar halda fram nú móti summri, og at øll tykjast ynskja, at tingini eru uppá pláss áðrenn Nations League-dystirnar í heyst.

- Eg haldi, at partarnir eru áhugaðir at avgreiða hetta áðrenn heystið kemur. Tí tá verður tað nokso hektiskt við nógvum dystum.

Eyðun Klakstein og toymi vórðu sett fyri tvey ár. Kringvarpið spurdi um, hvørt nakað serligt er um ynski á nýggjum sáttmála.

- Vit hava ikki sett áramál á, men eg kann siga, at eg haldi ikki, tað skal vera minni enn tvey ár, segði landsliðsvenjarin at enda.

Sí eisini: Áki Samuelsen á A-landsliðnum á fyrsta sinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder