Fótbóltur

07 Vestur er vaknað og er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna

Søtur 3-0 sigur í botnbrakinum á FC Suðuroy. Síðstu fimm umførini skulu suðuroyarfeløgini stríðast fyri at fáa 07 Vestur aftur.

Ari í Haraldssstovu Petersen helt aftur málið reint í botnuppgerð, og 07 Vestur-liðformaðurin kundi fegnast um, at hansara menn aftur skoraði trý mál og vunnu sær trý týðandi stig (Savnsmynd: jn.fo)

Ari í Haraldssstovu Petersen helt aftur málið reint í botnuppgerð, og 07 Vestur-liðformaðurin kundi fegnast um, at hansara menn aftur skoraði trý mál og vunnu sær trý týðandi stig (Savnsmynd: jn.fo)

2025-09-14 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð uppá trý umfør vann 07 Vestur 3-0 á suðuroyarfelagi í botnuppgerð. 07 Vestur hevði tapt hinar báðar dystirnar móti FC Suðuroy í ár, men seinnapartin kom søtur og kærkomin sigur til høldar í Vági.

Sigurin í dag var fult uppiborin, og hóast FC Suðuroy javnt skapti vandastøður, so vóru teir á heimaliðnum ikki nóg hvassir í og kring brotstieigin hjá 07 Vestur.

Teir á útiliðnum vóru hugsavnaðir og syrgdu longu fyrsta korterið fyri góðum útgangsstøði - ja, tað vóru ikkki spæld meira enn 23 sekund, so lá bólturin í málinum hjá FC Suðuroy. Tað var eitt málverjumistak, sum varð revsað við kassa eitt: Silas Gaard setti bóltin í netið.

Maðurin, sum legði upp, skoraði sjálvur í 16. minutti. Hetta var eftir góðan túr hjá eyðsýnda Mikkel Hyllegaard í vinstru. Skjóti danin legði innfyri, og Tobias Giusti økti. Í 2. hálvleiki var Hyllegaard aftur uppá spæl. Hesaferð í høgru og hesaferð fann hann innskifta Lukas Giessing, ið var kaldur. 0-3 og dysturin punkteraður.

Hoyr samrøður við umboð frá 07 Vestur og FC Suðuroy her

Hetta er eisini í nærum tøkum tíma hjá 07 Vestur. Talan var um seinasta inannhýsis dystin hjá Micheal Schjønberg og hansara monnum í botnstríðnum. Um hugt verður eftir restina av dystarskránni, so eru tað serliga seinastu tvey umførini - úti móti B68 og heima móti EB/Streymi - at 07 Vestur hevur góðan møguleika at vinna sær fleiri stig.

Hetta verður neyðugt, tí TB og FC Suðuroy hittast um tvær vikur, sunnudagin 28. september. Tá eru báðir uppflytararnir kroystir at vinna. 

TB helt í dag nullinum í 48 minuttir móti NSÍ, men síðani skoraði heimaliðið trý mál við Løkin.

B68 vann í fyrsta dystinum undir Fróða Benjaminsen. Talan var um 2-0 sigur á Eiði, har bæði málini komu í 2. hálvleiki.

Betrideildin 22. umfar
Sunnudagin 14. september

FC Suðuroy  07 Vestur 0-3 (0-2)
1' Silas Gaard (Tobias Giusti) 0-1
16' Tobias Giusti (Mikkel Hyllegaard) 0-2
65' Lukas Giessing  (Mikkel Hyllegaard) 0-3

Sí meira um dystin her

Hoyr samrøður við umboð frá 07 Vestur og FC Suðuroy her

NSÍ - TB 3-0 (0-0)
49' Aron Knudsen (Brandur Hendriksson Olsen) 1-0
54' Klæmint Andrasson Olsen (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
86' Emil Weihe Joensen (Michal Przybylski) 3-0

EB/Streymur - B68 0-2 (0-0)
48' Patrick Mensah 0-1
76' Sebastian Lau Nielsen 0-2

17.15: HB  B36
Til ber at lurta eftir beinleiðis frásøgn á FM1

Í morgin, 15. september
18.30: KÍ  - Víkingur

Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder