Ari í Haraldsstovu Petersen var í fjør liðformaður og vardi málið í øllum dystunum hjá 07 Vestur.
Sørvingurin er tó framvegis sáttmálabundin til KÍ og er nú aftur útleigaður til ÍBV í bestu íslendsku deildini.
![]()
Ari í Haraldsstovu Petersen átti týðandi bjargingar í bjargingini hjá 07 Vestur á seinasta leikdegi (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)
Harvið er neyðugt hjá 07 Vestur at finna skikkaðan avloysara til næsta ár, og nú er greitt, at nýggjur málverji eri komin uppá pláss í Vágum.
Talan um Sebastian Dalby Wille. 20-ára gamli danin hevur verið í ungdómsdeildunum hjá FC Midtjyllandi og OB, áðrenn hann fór til AC Hornsens.
Í 2025 var málverjin knýttur at Nykøbing FC í fjórðbestu donsku deildini. Sambært Transfermarket hevur Wille ikki spælt nakran vaksnamannadyst enn, men hann hevur spælt í fremstu donsku U19-deildini. Nýggi málverjin hjá 07 Vestur hevur verið kring U16-landsliðini hjá Danmark.
Talan er um ein høgan mann: Bæði 07 Vestur og Transfermarket upplýsa, at Sebastian Wille er 199 sentimetrar høgur.
![]()
Sebastian Dalby Wille tá hann gjørdi sáttmála við Nykøbing síðsta vár (Mynd: Nykøbing FC)
Dani avloysir svia í miðverjuni
Afturat Ari Petersen var Filip Drinic drúgvasti spælarin á Dungasandi í fjør. Sviin spældi sambært FaroeSocer 25 dystir fyri 07 Vestur í 2025 - teir flestu í miðverjuni - men heldur ikki fram.
Í hansara stað er komin Oliver Klemensen Bødker, sum skiftir úr Lyngby til Sørvágs.
07 Vestur lýsir 19-ára gamla miðverjan sum ein skjótan og stabilan verjuspælara, sum er "serliga sterkur við bóltinum".
- Hann kann spæla bæði í høgru og vinstru síðu í miðverjuni. Oliver hevur fingið ein sterkan fótbóltsuppvøkstur í Lyngby og FC Nordsjælland og hevur umboðað Danmark á fleiri ungdómslandsliðum upp til og við U19, skrivar 07 Vestur.
Bødker er skrásettur fyri ein dyst í donsku steypakappingini og ein í næstbestu donsku deildini.
Vilja skapa støðufesti og sameina lokalt og útlendskt í Sørvági
07 Vestur staðfestir á Facebook-síðu sínari, at við báðum undirskriftunum er besta mansliðið styrkt okkum á nøkrum plássum, har tað hevur verið tunt í nakrar mánaðir.
Jasper van der Heyden varð kunngjørdur sum nýggjur spælari hjá 07 Vestur á ársveitslu felagsins - annars hevur hurðin mest gingið hinvegin.
Nú eru tveir ungir og helst spennandi spælarar komnir úr Danmark, og sum felagið vísir á, so hevur man í 07 Vestur við "stórum hepni givið ungum og evnaríkum leikarum úr grannalondum okkara kjansin á besta liðnum". Her Mads Borchers, Mathias Voss og Daniel Obbekjær nevndir sum góð dømi.
07 Vestur megnaði í evstu løtu at halda sær í fremstu røð í fjør. Nú er málið eitt lið, ið sameinir lokalar leikarar við útlendskar, har man ikki sjálvur megnar at manna øll pláss.
Støðufesti (kontinuitetur) hevur verið vantandi í Sørvági. Millum annað tí tryggjar 07 Vestur nú, at spælarar ið koma til felagið binda seg í minst tvey ár. Soleiðis er eisini við teimum báðum nýggju spælarunum, sum í dag eru komnir til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald