Fótbóltur

07 Vestur hevur mist tríggjar týðandi spælarar

Mikkel Hyllegaard er farin til Víking, Ari í Haraldsstovu Petersen skal til bestu íslendsku deildina, og Nicolai Dohn er nú í B68.

Mikkel Hyllegaard hevði heili ellivu upplegg í 2025 - nú er kviki danin víkingur (Mynd: Víkingur(

Mikkel Hyllegaard hevði heili ellivu upplegg í 2025 - nú er kviki danin víkingur (Mynd: Víkingur(

2025-11-19 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur slapp við skrekkinum á seinasta leikdegi í Betrideildini. Bert málmunur skilti vágaliðið og uppflytararnar FC Suðuroy.

Innanfyri síðsta stóra samdøgrið er tað vorðið greitt, at tríggjir spælarar, sum spældi stóran leiklut á ymsan hátt í 2025, fara víðari.

Ari í Haraldsstovu Petersen var leigaður úr KÍ í ár. Nú er greitt, at KÍ leigar sørvingin út aftur í 2026 - men til Vestmannaoyggjarnar. ÍBV hevur tryggjað sær skjótt 23-ára gamla málverjan, sum í ár hevur verið liðformaður hjá barndómsfelagnum.

Fitt av málum fóru inn, men fyrrverandi U21-landsliðsmálverjin spældi allar 27 dystirnar var týðandi í lykladystum móti endanum - og serliga seinastu løtuna í 27. umfari móti EB/Streymi.

ÍBV endaði nummar níggju í bestu íslendsku deildini í ár, og har skal Ari kappast við pólska Marcel Zapytowski um plássið.

[object Object]
Ari í Haraldsstovu Petersen fer nú aftur úr 07 Vestur

Mikkel Hyllegaard var nakað skaðadarvaður, men tá hann spældi, gjørdi serliga kviki vongurin/áleyparin sín mun í bjargingini. Hyllegaard er skrásettur fyri fimm mál og heili ellivu mál í 2025.

Hetta hevur Víkingur lagt til mekis, og liðið úr Eysturkommunu, sum aftur stendur at missa fleiri fastar spælarar, hevur mikudagin kunngjørt tvey-ára sáttmála við 26-ára gamla álopskenda vápnið.

Nicolai Møller Dohn spældi 24 dystir fyri 07 Vestur - teir flestu í miðverjuni. Danin, sum kom til Skála í 2024, kann tó eisini spæla sum verjukendur miðvallari.

Hann átti sín lut í nøkrum málum hjá mótsstøðuliðum, men Dohn gjørdist ein týðandi spælari í bjargingini. Millum annað skoraði hann í seinasta umfari og tvey mál í lyklasigrinum á TB

[object Object]
Dohn eftir annað av málunum móti TB (Mynd: jn.fo)

Nú skiftir hann eystureftir aftur: 27 ára gamli miðverjin hevur gjørt sáttmála við B68 fyri kappingarárið 2026. Hetta kunngjørdi felagið í Nes kommunu týskvøldið.

[object Object]
Mynd: B68

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder