16. umfar kemur á enda seinnapartin, og tá fer Meistaradeildin hjá monnum eisini í summarfrí.
07 Vestur tekur ímóti HB klokkan 15, og nógv er uppá spæl.
Botnstríðið er beinhart. Í gjár vunnu EB/Streymur og Skála lyklasigrar og harvið er 07 Vestur aftur undir strikuni og hevur tørv á stigum. Liðið hjá Tór-Ingar Akselsen skal byggja á flotta sigurin í Klaksvík seinasta sunnudag.
HB vann eisini seinast, 4-1 á Skála, og man veit ikki beinleiðis, hvar man hevur HB í løtuni. Givið er tó, at ein sigur í Sørvági hevði sent HB á 24 stig, sum bert er trý stig frá B36 og 3. plássinum.
Støðan í løtuni:
![]()
Pætur Nolsøe sigur frá dystinum á Dungasandi, sum byrjar klokkan 15. Og í kvøld klokkan 19.30 reikar hann fyri 3. hálvleiki, sum tekur samanum umfarið og støðuna í kappingini, nú summarsteðgur er
16. umfar í Meistaradeildini
Sunnukvøldið 5. juni
15.00: 07 Vestur - HB (FM1)
Í gjár, leygardagin 4. juni
19.30: 3. Hálvleikir (sending við samanumtøku)
B36 - Víkingur 0-2 (0-1)
41' Aron Benjaminsen 0-1
49' Jákup Johansen 0-2
Sí eisini: Vìkingur basti B36 og nærkast av álvara topp-trý
AB - EB/Streymur 1-2 (0-1)
20' Virgar Jónsson 0-1
71' Jón Steingrímsson 1-1
79' Sowe Ba Lamin 1-2
Skála - B68 1-0 (0-0)
87' Markus Isaksen 1-0
Reytt kort: 66' Aron Reinert Hansen, B68
Fríggjakvøldið 3. juni
NSÍ - KÍ 0-0
Les eisini: NSÍ fer í sumamrfrí við FM-fyrimuninum
Fótbóltsskýlið við Løkin: NSÍ - KÍ, Evropa, tøtt kapping og flytingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald