3. umfar í Meistaradeildini hjá monnum byrjaði við einum lítlum skelki: Fyri fyrstu ferð síðani august 2017 fekk KÍ ikki fult í einum dysti móti EB/Streymi.
Tað endaði málleyst við Margáir, har heimaliðið í 90 minuttir var nærri við at skora. Í yvirtíðini hevði KÍ tveir stórar møguleikar, men orðini úr Fótbóltsskýlinum nakrar tímar frammaundan um heldur hugflogsleyst og einstáttað KÍ-áslopsspæl, sum sást móti NSÍ, hildu.
Les um dystin her: Skelkur í Streymnesi: - Føroyameistararnir fingu ikki fult móti EB/Streymi
Hoyr eisini: Jákup B. Andreasen: - Vit eru als ikki nøgdir við úrtøkuna
Harvið fekk EB/Streymur ársins fyrsta stig, meðan Magnus Powel skal til tekniborið í landsliðssteðginum. Seks av hinum liðunum spæla í dag - í framskundaðum dystum vegna vána veðurforsøgnina í morgin
3. umfar
Í gjár, fríggjadagin 20. mars
EB/Streymur - KÍ 0-0
Virgar Jónsson: Hetta kemur væl við hjá EB/Streymi
Í dag, leygardagin 21. mars
17.00: B36 - B68
18.00:07 Vestur - Skála
18.30: NSÍ - AB
Mánadagin 23. mars
18.30: Víkingur - HB
![]()
Leivur Frederiksen, Fannhard Antonsson Skoradal og Trygvi Absalonsen vóru seinnapartin í gjár í FM1-rásarúminum og mettu eitt sindur um hesar dystirnar; og tey seks liðini sum skulu spæla í dag.
Teir eru ikki so stúrnir fyri Skála, men staðfesta at tað nú er lykladystur í Sørvági móti 07 Vestur, sum nógv spurnartekin eru við.
B36 kann mest sannlíkt ikki bjóða av heilt har frammi, men við Heina Vatnsdal í miðverjuni og meira sprutlandi spælið, skal liðið royna at koma í Evropa aftur. Har eru trý stig móti B68, sum fekk kærkomnan sigur sunnudagin, so at soga eitt krav.
AB hevur gjørt bart, og oddaliðið í Meistaradeildini fer í kvøld til Runavíkar.
- Teir hava staðið seg ógvuliga væl, og vóru meira til reiðar enn væntað, so avgjørt hevur AB ein møguleika at skala ein spennandi dyst. Men NSÍ er sjálvandi rímiliga stórur favorittur.
Hoyr alla sendingina her - viðgerðin av umfarinum og liðunum byrjar eftir 14 minuttir. Áðrenn eru veðrið, útsetingar, U17 gentulandsliðið og Meistaradeildin hjá kvinnum á skránni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald