Fótbóltur

07 Vestur styrkir miðvøllin við afturvendum lokalum spælara og norðmanni

Høgni Egilstoft Nielsen verður fyri fyrstu ferð síðani 2023 at síggja í fremstu deildini, meðan Ola Arntsen er spildurnýggjur í Sørvági. Aðrir sáttmálir eru eisini kunngjørdir í vikuni.

- Eftir kappingarárið í 2023 valdi Høgni at taka ein steðg frá fótbóltinum. Nú er steðgurin av, og vit gleða okkum at síggja Høgna stríðast fyri 07 Vestur, skrivar felagið fríggjadagin. Fyrrverandi liðformaðurin er eisini dugnaligur telvari - skjótt verður stríðsmaðurin úr Sandavági at síggja aftur við gaggum í Sørvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eftir kappingarárið í 2023 valdi Høgni at taka ein steðg frá fótbóltinum. Nú er steðgurin av, og vit gleða okkum at síggja Høgna stríðast fyri 07 Vestur, skrivar felagið fríggjadagin. Fyrrverandi liðformaðurin er eisini dugnaligur telvari - skjótt verður stríðsmaðurin úr Sandavági at síggja aftur við gaggum í Sørvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-23 21:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur slapp undan niðurflyting vegna málmun í fjør, og síðani eru fleiri spælarar farnir úr Sørvági.

Men í januar hevur 07 Vestur eisini styrkt seg við fleiri monnum - millum annað tveimum ungum dønum til verjupartin.

Sí eisini: 07 Vestur gjørt sáttmála við tveir ungar danir

Hesa vikuna eru nakrir sáttmálir kunngjørdir. Tveir, ið gjørdu góðan mun í fjør, Edvin Jakobsen og Jonathan Flensborg, hava longt sáttmálan við einum ári. Fyrrnevndi kom í gongd aftur í 07 Vestur í fjør - royndi skálamaðurin var úti í fleiri ár við knæskaða - og síðstnevndi kann fáa nógv týðandi mál í ár: Svenski áleyparin var heldur nógv skaddur í 2025.

[object Object]
Edvin Jakobsen fekk sína afturvendan til hægsta stig í Føroyum síðsta kappingarár (Mynd: jn.fo)

Umframt hesar, hevur Ári Egilsson skrivað undir sáttmála: 18-ára gamli lokali miðvallarin hevur higartil spælt við næstbesta liðið felagsins.

Nú áðrenn vikuskifti eru fleiri tíðindi at frætta av Dungasandi: Tveir nýggir miðvallarar eru lagdir afturat hópinum hjá 07 Vestur.

Tann eini er tó ikki nýggur í felagnum á nakran hátt: Høgni Egilstoft Nielsen spældi í níggju ár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, áðrenn hann fyribils setti gaggurnar á hilluna eftir kappingarárið 2023.

Hartarbeiðandi sentrali miðvallarin hevur í løtum verið liðformaður hjá 07 Vestur, og í dag kunnu tey fótbóltsáhugaði í Vágum fegnast um, at 28-ára gamli strategurin úr Sandavági er tøkur aftur fyri besta liðið.

- Tað er okkum ein stór frøi at kunngera, at Høgni Egilstoft Nielsen aftur trínur á vøllin fyri 07 Vestur. Høgni hevur skrivað undir sáttmála fyri hetta kappingarárið við møguleika at halda fram komandi kappingarár.

- Høgni er ein av spælarunum, sum hevur myndað okkara lið og samleika í nógv ár. Vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna hansara fyrsta dyst fyri besta lið hjá okkum. Síðani tá, hevur hann spælt 228 dystir við besta liði hjá 07 Vestur.

Norðmaður úr USA

Høgni Egilstoft Nielsen spældi nakrar dystir við næstbesta liðnum hjá HB í fjør. Ola Arntsen, sum eisini er kunngjørdur nú, spældi í USA.

07 Vestur skrivar um nýggja norska miðvallaran, sum eisini kann spæla aðrastaðni á vøllinum, at hann hevur fingið gott í beinið í fótbóltsuppvøkstrinum í ungdómsdeildini hjá Rosenborg, áðrenn hann fór til USA at "“Exercise Science’”.

Undir lesnaðinum hevur Ola Arntsen spælt við ymiskum universitetsliðum, og nú skal 23-ára norðmaðurin spæla við 07 Vestur. Hann hevur royndarvant við 07 Vestur og var eisini við í venjingardystinum móti HB síðsta vikuskifti, upplýsir felagið.

Dagført: 21.44


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder