1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið, áttandapartsfinalurnar, er á skránni í dag.
Fimm dystir verða spældir. Ein stórur favorittur er í fýra av fimm dystum - í summum førum ein risafavorittur.
Mest "opni" dysturin á pappírinum er tann ímillum 1. deildarliðini FC Hoyvík og TB. Í løtuni skilir bert eitt stig liðini í
So kann tað eisini verða áhugavert at síggja, um FC Suðuroy, sum var í bestu deildini í fjør, á heimavølli kann gera nakað við B36. Hetta er tann fyrsti dysturin - byrjar longu klokkan 15 - í kvøld eru lið úr Meistaradeildini risafavorittar á heimavølli móti lægri liðum.
Skráin í dag - hinar tríggjar áttandapartsfinalurnar verða spældar í morgin:
| 15. apríl (15:00) | FC Suðuroy – B36 | |
| 15. apríl (17:30) | FC Hoyvík – TB | |
| 15. apríl (18:30) | KÍ – ÍF | |
| 15. apríl (18:30) | HB – B71 | |
| 15. apríl (18:30) | B68 – MB |
Til ber at fylgja gongdini í øllum fimm dystunum ovast á Portalinum (livescore). Televarpið vísir eisini dystirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald