Fótbóltur

11 ár síðani Grikkaland og júst eitt ár eftir sigurin í Armenia

Verður hetta aftur ein 14. november, sum vit fara at minnast fyri eitt stórt føroyskt úrslit á útivølli? Fyrsta bríksl í Kroatia verður klokkan 19.45. FM1 sigur frá.

Eins og júst tíggju ár frammanundan, var Viljormur Davidsen við at halda føroyska málinum reint í Armenia 14. november í fjør. Vinstri vongverjin skoraði føroyska málið í týðandi sigrinum - og fyrstu royndini hjá Eyðuni Klakstein (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Eins og júst tíggju ár frammanundan, var Viljormur Davidsen við at halda føroyska málinum reint í Armenia 14. november í fjør. Vinstri vongverjin skoraði føroyska málið í týðandi sigrinum - og fyrstu royndini hjá Eyðuni Klakstein (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-11-14 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14. november 2014 stendur sum ein varði í føroyskari fótbóltssøgu. Tá vunnu Føroyar púra óvæntað 1-0 í Athen-útryðuni og sendu skjálvtar gjøgnum fótbóltsevropa.

Ein av eftirskjálvtunum var, at Claudio Ranieri misti starvið sum landsliðsvenjari hjá Grikkalandi dagin eftir tapið fyri Føroyum. Hetta var grundarlag fyri, at royndi og vællýddi italiumaðurin árið eftir kundi taka við hjá Leicester City og skjótt leiða liðið til mest óvæntaða enska meistaraheitið í nýggjari tíð.

Men tað sum var nógv meira týðandi fyri føroyskan fótbólt, var at úrslitið í Grikklandi prógvaði aftur, at tað ber til: At vinna á væl størri fótbóltstjóðum - hægst styrkismett í bólkinum - og eisini at vinna á útivølli. Liðið hjá Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hevði metn seg og hevði eina sterka grund við nógvum spennandi spælarum. Og sjey mánaðir seinni eydnaðist tað aftur: 2-1 til Føroyar og eitt gylt summarkvøld á Tórsvølli.

[object Object]
Føroyingar fegnast um málið hjá Jóan Símuni Edmundsson í Piræus - tað einasta í dystinum. Í kvøld kann toftamaðurin spæla sín A-landsdyst nummar 99 

Atlia Gregersen er nú hjálparvenjari og ikki í sjálvari føroysku verjuni. Eins og tá, eru málskjúttin Jóan Símun Edmundsson, sterki miðverjin Odmar Færø, og núverandi liðformaðurin, Viljormur Davidsen í hópinum í kvøld.

Síðstnevndi stóð 14. november í fjør fyri enn einum týðandi úrsliti - saman fyri omanfyrinevndu miðverjum.. Aftur endaði tað 1-0 till Føroyar í útidyst, tá okkum tørvaði tað, og í Armenia var tað Viljormur Davidsen, sum við brotssparki skoraði einsamalla málið. Sigurin tryggjaði Føroyum framhaldandi pláss í Nations League Deild D.

Hetta var fyrsti dystur undir Eyðuni Klakstein og toymi, sum tá var fyribils. Seinasta árið hava Føroyar vunnið fleiri kappingardystur, enn man hevur tapt, og í kvøld stendur størsta avbjóðingin á skránni higartil á skránni: Kroatia í Kroatia.

Hægst styrkismetta liðið í bólkinum sunnanfyri í Evropa eitt fríggjakvøld mitt í november. Tað ljóðar kent. Kroatia er stórfavorittur, men føroyingar hava seinasta árið prógvað seg ofta og fara nú eftir tí í størstu uppgávuni higartil í HM-undankappingini.

Sí eisini: Føroyskur sigur og stig til Gibraltar tryggjar play-off pláss

Myndir: Seinasta venjingin undan dystinum móti Kroatia

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, fríggjadagin 14. november - næstseinasta umfar
19.45: Kroatia - Føroyar (FM1)

Fylg við á FM1 og Portalinum í kvøld: Stórt fótbóltsfríggjakvøld á FM1 og Portalinum

Støðan í bólkinum undan tveimum teimum seinastu umførunum:
1. Kroatia 16 stig (6 dystir)
----------------------------
2. Kekkia 13 stig (7 dystir)  - +4 í málúrtøku
----------------------------------
3 Føroyar 12 stig (7 dystir)  +4 í málúrtøku
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (6 dystir)

Øll liðini spæla 8 dystir
Eitt'arin kemur beinleiðis til HM-endaspælið 2026 - tvey'arin skal spæla røkkstøkk dystir (play-off)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder