Føroyskur fótbóltur hevur í løtuni tveir toppskjúttar í evropeisku kappingunum.
Tá Páll Andrasson Klettskarð eftir 49 minuttir í gjár leyp uppfrá og stýrdi frísparksinnleggi frá Árna Frederiksberg í málið, varð 2-0 til KÍ og 36-ára gamli áleyparin skoraði sítt 14. evropeiska mál fyri barndómsfelagið.
![]()
![]()
Perfekt renning og time'ing í lopinum, og Páll Klettskarð megnaði at stýra flotta innlegginum hjá Árna Frederiksberg í málið hjá Bissen (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Champions League-sigur við Djúpumýru
2-1 sigurin hjá KÍ týskvøldið var fjórði evropeiski heimasigur á rað. Og Páll Klettskarð hevur skorað í øllum teimum.
Sí samrøðu við Páll her: - Var ein fyrimunur at tosa føroyskt hart tá
Síðani 2023 hevur Árni Frederiksberg eisini skorað eina rúgvu av málum í Evropa: Ellivu í tólv Champions League-dystum og samanalagt 14 mál.
Harvið eru royndu KÍ'arnir javnsettir evropeiskir toppskjúttar fyri føroysk feløg. Næstur á listanum er Levi Hansson, sum skoraði samanlagt 9 mál fyri HB og EB/Streym.
Sambært tølum frá Faroesoccer, sum bolt.fo hevur sett upp á lista, hevur Árni Frederiksberg nú spælt 50 dystir í altjóða kappingum fyri feløg, og Páll Klettskarð hevur spælt 44 dystir.
Teir fara eftir fleiri málum, ella í øllum førum víðari luttøku, í Luksemborg um eina viku.
Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
KÍ - FC Atert Bissen 2-1 (1-0)
14' Oussama Ali (Jean Carlos De Brito) 1-0
50' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0
57' Tiago Rodriguez Da Costa 2-1
Seinni dysturin
Mikudagin 15. juli
19.15: FC Atert Bissen - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald