Meistaradeildin hjá monnum fer nú at vera komin í helvt, og næstu dagarnar er 14. umfar á skránni.
Byrjað verður fríggjakvøldið klokkan 18.30, tá Víkingur tekur ímóti greipuvinnarunum. Víkingur hevur ikki tapt í landskappingini síðani móti júst KÍ í 4. umfari. Liðið hjá Magnusi Powell er ósigrað á 1. plássi - javnsett við NSÍ.
Júst NSÍ spælir grannauppgerð leygarkvøldið, tá B68 vitjar (klokkan 19). Á pappírinum er ein onnur spennandi uppgerð 20 juni: EB/Streymur tekur ímóti Skála (klokkan 18.30), og bæði liðini vilja renna undan niðurflytingarstrikuni.
Sunnudagin er grannauppgerð millum B36 á 3. plássi og sperda HB-liðið. AB fer eftir enn einum sigri, tá vitjað verður hjá botnliðnum. Báðir dystirnir sunnudagin 21. juni byrja klokkan 15.
Skráin:
![]()
Mynd: FSF
FM sigur frá fríggjakvøldið, frá báðum dystunum leygarkvøldið og úr Gundadali sunnudagin
Vit byrja umfarið klokkan 17.15 í morgin, fríggjadagin. Hetta við beinleiðis sending úr Sarpugerði, har Jákup Ósa og Geza David Turi eru gestir hjá Rúna á Reynatrøð. Síðani sigur FM1 frá úr Sarpugerði - og sunnukvøldið klokkan 19.30 taka vit samanum umfarið í sendingini 3. hálvleikur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald