2026-06-20 10:25
Fannhard Skoradal, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til Baltic Cup, sum verður í Riga í Lettlandi frá 28. juni til 6. juli
Tríggir dystir eru á skránni. Fyrsti dystur er móti Estlandi 30. juni. 2. juli spæla Føroyar móti Lettlandi, og 5. juli spæla Føroyar móti Litava.
Tær 18, sum skulu umboða Føroyar í kappingini í Lettlandi, eru:
- Ester Vang, B36
- Sigga Smæra Næs, B36
- Elin Elmelund Hansen, HB
- Maria Bjarnadóttir, HB
- Hanna Jacobsen, HB
- Petsy Káradóttir Nielsen, HB
- Lilja Eiriksdóttir Højsted, HB
- Maria Kristina Eyðunsdóttir Joensen, ÍF
- Heidi Jacobsen, KÍ
- Aleksandra Zachariasen, KÍ
- Rannvá Ryan, KÍ
- Erla Joensen, KÍ
- Billa Martinsdóttir Justinussen, NSÍ
- Lilja Dam Jacobsen, Skála
- Eva Atladóttir, Víkingur
- Miriam Stauss, Víkingur
- Sára Vang Justinussen, Víkingur
- Tóra við Gil, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald