Londini hava havt síni størri stríð uttanfyri vøllin - serliga um Falklandsoyggjarnar/Islas Malvinas alt eftir hvar ein er frá.
HM-dystirnir millum Argentina og Ongland hava verið minniligir. Argentina sendi Ongland út í fjórðingsfinalunni á Azteca í 1986 við tveimum ógvuliga minniligum málum hjá Diego Maradona, og aftur í dramatisku áttandapartsfinaluni í 1998, har David Beckham varð útvístur.
Ongland sendi argentinar út á veg til einasta HM-heitið landsins -hetta eftir umstríddar hendingar á Wembley. Í 2002 sendi Ongland so at siga eitt sterkt Argentina út úr bólkaspælinumm, eins og í 1962 - - og Beckham fekk sína hevnd fýra ár eftir reyða kortið í Fraklandi.
Løturnar kunnu síggjast á leinkjunum. Men tað er søga nú, og tað hava venjararnir, Thomas Tuchel og Lionel Scaloni staðfest upp til brakið í Atlanta. Nú snýr tað seg um fótbólt í 2026, og hetta er á ymiskan hátt størsta uppgerðin millum londini. Tí tað er so seint í heimsins størstu kapping, og finalupláss er uppá spæl.
Hjá Argentina snýr tað seg um at verja heitið, og at Lionel Messi kann seta punktum í einari finalu: - Hann er heilt ótrúligur, men hann fer at gera, at vit fara at síggja bestu útgávuna av Onglandi, sigur Tuchel um HM-toppskjúttin.
Nú, 60 ár eftir HM-gullið á heimavølli, fer Ongland eftir sínari fyrstu HM-finalu síðani. Og eftir triðju finaluni seinastu stóru fýra endaspølini.
Vinnarin í kvøld skal spæla móti Spania sunnudagin.
HM-hálvfinalur
Í dag, mikudagin 15. juli, Atlanta (Georgia)
20.00: Ongland - Argentina (TV2/TV2 Play)
Í gjár, týsdagin 14. juli, Arlington (Texas)
Frakland - Spania 0-2
22' Mikel Oyarzabal, br. 0-1
58' Pedro Porro
Sí eisini: Spania syfti aftur Frakland í einari hálvfinalu
Bronsudystir og Finala á skránni ávikavist leygarkvøldið 18. juli (kl. 22) og 19. juli (kl. 20)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald