Fótbóltur

5-0 og seks stig higartil: AB er oddalið eftir tvey umfør

Uppflytararnir og HB hava, eftir sigrar seinnapartin, framvegis fult stigatal. Tað endaði við javnleiki, har NSÍ vitjaði - og var betra liðið.

2026-03-15 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra av fimm dystum í 2. umfari eru spældir, og longu nú kann staðfestst, at AB fer at liggja á odda eftir umfarið.

Argjamenn hava fingið flúgvandi byrjan í sínari afturvendan. Í 1. umfarið varð B68 sent heim við einum 2-0 tapi, og í dag vann AB heili 3-0 við Margáir. Royndu Brian Jakobsen og Sørin Samuelsen skoraðu hvør sítt mál, meðan teir yngru lokalu Gunnar Reynslág og Sjúrður Henriksen aftur vístu seg væl fram.

Svárt hjá EB/Streymi og ikki nóg gott at byrja á heimavølli á hendan hátt. Hinvegin flott avrik hjá Øssuri Hansen og hansara monnum, sum vunnu á einum av møguligu kappingarnetyunum.

Sum nú er, er HB tættasti kappingarneytin hjá AB - í oddinum. HB hevur nú eisini seks stig. Tað var 2-0 eftir 25 minuttir í Gundadali, og hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið. Ungi norski áleyparin hjá HB, Storm Bugge Petersen, skoraði eins og í 1. umfari.

Í stórdystinum í Klaksvík fingu liðini eitt mál og eitt stig hvør. KÍ kom frammum fyri steðgin - Árni Frederiksberg til Páll Klettskarð - men NSÍ hevði fleiri málmøguleikar, og eftir góða byrjan í 2. hálvleiki javnaði Petur Kndsen við góðum beinleiðis frísparki. Ein inntensur og rótutur dystur, og úrslitið ger ikki oddastríðið minni spennandi.

2. umfar í Meistaradeildini: 
Sunnudagin 15. mars
HB - 07 Vestur 2-0 (2-0)
EB/Streymur - AB 3-0 (2-0)
KÍ - NSÍ 1-1 (1-0)

17.15: B68 - Skála  (Lurta á FM1)

(19.30: 3. Hálvleikur á FM1)

Fríggjadagin 13. mars
Víkingur - B36 0-0

Sí eisini: 
Sølvi Vatnhamar vrakaður í byrjanaruppstillingini - B36 tannleyst við bólti
Finnur Justinussen: - Verjurnar hjá Víkingi og B36 stóðu seg sera væl

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder